Í vikuskiftinum hava 9 av okkara fremstu íðkarum luttikið í DM í frælsum ítrótti, sum hevur verið hildi á Skovdalen Stadion í Aalborg, og Treysti var væl umboða.
– Oddvør Josephsen skrivaði søgu, tí hon var fyrsti føroyingur, sum kom í eina finalu á 200m, har hon setti stórt persónligt og føroyskt met, har hon rann 25.77sek. Í finaluni rann hon eisini flott 26.16 og fekk 6. pláss útav 14 rennarum.
– Rebekka Fuglø rann sína bestu tíð í ár, við 2.12.46 á 800m, har tað mundi eydnast henni eina bronsu medalju, tíverri bleiv hon yvirhálað á mállinjuni og fekk eitt flott 4. pláss. –
Maria Biskopstø rann seg til silvurmedalju á 400m rimarenning við tíðini 1.03.78, sum er hennara næstbesta tíð.
Vit gleða okkum til oyggjaleikirnar um 2 vikur nú vit hava trýggjar so raskar treystarennarar
Á heimasíðuni hjá FÍF kann lesast meira um góðu avrikini okkara íðkarar fingu heim við aftur.