AnnaðVibeka skjót á 400 m

Vibeka skjót á 400 m

Á sumri 2022 byrjaði Vibeka Eihilt Sivertsen, at flyta fokus frá at renna 800 m og 1500 m til, at renna 400 m og 800 m. Harvið flutti hon seg frá, at vera miðtein-specialist til ein, sum arbeiddi á markamótinum millum langsprint og miðtein. Eitt krevjandi fokus, tí krøvini í sprint og miðteini eru so ymisk. Grundvejnjingin hjá Vibeku er tó solid, so um nakar kundi megnað slíkt, so er tað Vibeka.

Primera uppgávan var, at optimera sprint-renni-teknikkin, sum er ein annar enn renniteknikkurin á miðteini. Onnur uppgáva var at økja um toppferðina og evnini at koma skjótt upp í ferð. Starturin er blivin betri, og toppferðin er økt munandi. Tí var tað ikki yvirraskandi at hon bøtti um sítt persónliga met á 400 m á DMU í Hvidovre. At hon skar heili 1,32 sek av, var tó eitt sindur óvanta, men vísti hvussu góð grundvenjingin var.

Fram til jóla var venjingin framhaldandi fokusera uppá at økja um toppferð, og acceleratión samstundis sum specifikka úthaldni til miðtein bleiv prioritera 3 dagar um vikuna. Á ársins fyrstu innandurakapping sást, at hon sat millum tveir stólar, tí hóast ferðin var komin upp, so manglaði specifikka sprintúthaldni til 400 m, og nógva fokus á ferðina hevði kostað í mun til miðteina úthaldni. Vibeka megnaði tó, at skera 0,1 sek av persónlga metinum á 400 m. Hon avgjørdi tó, at nú var tað 400 m, sum var tað primera, og síðstu 3 vikurnar hevur hon so arbeitt við, at økja um specifikka úthaldni til 400 m.

Eftir at hava fokusera 100% uppá 400 m í 3 vikur, skuldi formurin testast. Tað var í Malmø, har Vibeka er við landsliðnum í frælsari ítrótt. Vibeka, sum er 18 ár, rann móti kvinnunum, har hon var í D-finaluni. Hinar, hon rann ímóti, høvdu tær flestu runnið skjótari enn hon. Hetta nervaði ikki Vibeku, sum í mun til tá hon rann í Íslandi, megnaði at halda ferðina longri, og hóast tað gjørdist tungt síðstu 75 m, so helt hon stílin heilt á mál. Tað gjørdi, at hon rann teinin uppá 63,31 sek, sum er heili 1,13 sek skjótari enn 3 vikur gamla persónliga metið.

Rithøvundur: Heri Ziska

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Úrslit á Webscorer

Stuðlar

Silvarenningin

Norðoya Sparikassi hálvmaraton

Aðrir stuðlar













Føroya Bjór renningin

Renn fyri heilsuna 2021














Aðrir stuðlar

Annað




Fleiri tíðindir