Hey øll børn, leygardagin 27. Apríl kl. 12 verður væl umtókta Silvarenningin aftur á skránni. Við Silvarenningin í fjør bleiv okkara Guttabreyt endilga tykin í nýtslu.
Eins og i fjør hevur Silvi lova at koma forbí, og hann sigur at øll sum renna við fáa heiðursmerki, og aftaná renningina fáa øll okkurt søtt og leskandi.
Fleiri hava longu melda seg til, so tað er einki at bíða við. Seti kross í kalendaran, trýsti á leinkjuna her á siðuni og meldi tykkum til.
Við gleða okkum at síggja nógv glað og spent børn til Silvarenningina 27. Apríl kl. 12 á Guttabreyt.
Heilsan Treysti og Silvi