KappingarNýggjárshálvmaraton 2023 leygardagin 7. januar

Nýggjárshálvmaraton 2023 leygardagin 7. januar

Siðbundna Skechers Performance Nýggjárshálvmaraton 2023 verður runnið leygardagin 7. januar.

Tað eru Roysnið og Skósølan við Gøtugjógv, sum skipa fyri hesi kappingini, sum vanliga er fyrsta rennikappingin í nýggja árinum.

Ætlanin er at royna eina nýggja rutu hesaferð. Runnið verður sostatt av Skála kring Skálafjørðin og út á Toftir.

Byrjað verður við brandstøðina á Skála, norðast í bygdini, kl. 11. Málið er niðanfyri ráðhúsið á Toftum, har kappingin Runt Agnið vanliga endar.

Øll yvir 16 ár (fødd í 2006 ella fyrr) eru vælkomin at luttaka. Kappast verður í hesum bólkum:

-Menn & Kvinnur (1978-2006)
-Menn & kvinnur veteranar (1968-1977)
-Menn & kvinnur superveteranar (-1967)

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya, www.fif.fo, ella við startin undan kappingini. Startnumrini verða heintaði á brandstøðini á Skála.

Til ber at skifta á brandstøðini á Skála undan startinum, og skift verður í skúlanum á Toftum, tá komið er á mál. Har verður eisini drekkamunnur og heiðursmerkjahandan.

Veðrið hava vit onga ávirkan á, og tí kunnu broytingar koma í skránna vegna veður/hálku.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Úrslit á Webscorer

Stuðlar

Silvarenningin

Norðoya Sparikassi hálvmaraton

Aðrir stuðlar













Føroya Bjór renningin

Renn fyri heilsuna 2021














Aðrir stuðlar

Annað




Fleiri tíðindir