Bæði fyrsta og annað umfarð av vetrarkappingini, sum skuldi vera 6. og 20. novembur eru blivin útsett ella avlýst vegna veður og korona.
Men í vikuskiftinum var rennandi í Kollafirði, tá Bragdið skipaði fyri 3. umfarð av vetrarkappingini. Veðrið var ógvuliga gott, stilli og turt, men við eitt sindur av kava og hálku á kaiini.
Treysti var væl umboða og stuttligt var at síggja øll tey gulu – og tóku vit eina felagsmynd aftaná. Fleiri tóku renningina sum ein part av vetrarvenjingini.
Myndir frá VK-3 og øll úrslit eru at síggja her.
Næstan umfarð av vetrarkappingini er eftir ætlan komandi leygardag 11. desembur á Toftum, tá Roysnið skipar fyri Runt Agnið. Tey vaksnu renna uml. 10 km og børnini uml. 5 km.
Tilmelding Runt Agnið: https://treysti.atgongumerki.fo/