ÚrslitMarnar gjørdi stórt comeback í Havnardali

Marnar gjørdi stórt comeback í Havnardali

Leygarmorgunin klokkan 9 byrjaði árliga Backyard Ultra í Havnardali. Hetta er ein serlig kapping, har luttakararnir renna eitt umfar á 6,706 km hvønn tíma.

Úr Treystinum vóru fýra luttakarar. Tveir gamlir kenningar vóru aftur at síggja á startlinjuni, tá bæði Marnar Djurhuus og Einar Gregersen vóru við eftir fleiri ára steðg. Eisini luttóku Jonhard Larsen og Óli Á Gravarbø.

Marnar Djurhuus vann kappingina við 25 umførum, sum svarar til 167,65 km. Jonhard Larsen megnaði 16 umfør og rann sostatt 107,30 km. Óli Á Gravarbø rann 15 umfør, svarandi til 100,59 km, meðan Einar Gregersen fullførdi 14 umfør og rann 93,88 km.

Marnar sá út til at hava fleiri umfør eftir í sær, tá hann tryggjaði sær sigurin. Við 25 umførum er hetta samstundis flest umfør, sum nakar føroyingur hevur runnið í Føroyum í einari BackYard Ultra kapping.

Marnar er ein av teimum mongu íðkarunum, sum Gutti vandi gjøgnum árini. Hann hevur vunnið fleiri heiðursmerki á altjóða stigi, og hevur harumframt sett fleiri føroysk met.

Savnsmynd: Marnar, Gutti og Einar til Várkapping í 2012

Jonhard, Óli og Einar.

 

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Úrslit á Webscorer

Stuðlar

Silvarenningin

Norðoya Sparikassi hálvmaraton

Aðrir stuðlar














Føroya Bjór renningin

Annað




Fleiri tíðindir