Leygardagin var annað av trimum umførum í árligu stórkappingini í frælsum ítrótti fyriskipað á Guttabreyt í Klaksvík í sambandi við norðoyastevnuna.
Heilt grundleggjandi hugsanin fyri stórkappingarnar er at eggja øllum – serliga børnunum og teimum ungu – at royna seg í øllum greinum í frælsum ítrótti.
Stórkapping í frælsum ítrótti er skipað í trimum umførum. Tvey á Tórsbreyt og eitt umfar á Guttabreyt í Klaksvík. Til hvørja kapping er møguleiki at luttaka í sprinti, miðteini, lopi og kasti. Eftir 3. stórkapping verða heiðursmerki handað.
Samlaða einstaklingakappingin verður avgjørd eftir, hvør íðkari hevur flest stig eftir øll trý umførini í stórkappingini, tvs. at øll trý umførini telja við. Fyri at fáa heiðursmerki, skal íðkarin hava luttikið í minst tveimum Raska stórkappingum.
Veðrið skikkaði sær heilt væl undir kappingunum á Guttabreyt á norðoyastevnu leygardagin, og nógv foreldur, systkin og ommur og abbar vóru og fylgdu við.
Tað er Frælsur ítróttur Føroyar sum skipar kappingarnar saman við lokalfeløgunum.
Eitt umfar er eftir í ársins stórkapping, og tað verður á Tórsbreyt í Havn 22. juni.
Bárður Lydersen tók frálíku myndirnar.