ÚrslitTreysti umboða á Tårnby Games 2022

Treysti umboða á Tårnby Games 2022

Í vikuskiftinum 7-8 maj vóru íðkarar frá Treysti niðri og luttóku á Tårnby Games í Danmark. Tað gekk sera gott hjá teimum ungu íðkarunum og fleiri fingu heiðursmerki og settu persónlig met.

Leygardagin kl 11 byrjaðu kappingarnar. Natalia og Lý runnu 100m innleiðandi har báðar settu nýtt PR á teininum. Natalia bleiv fremst í sínum riðili og kom í finaluna har hon bleiv nummar 4.

Jennhild luttók í 80m og longdarlop og gekk tað sera væl hjá henni. Durita luttók í kúlustoyt og setti stórt PR við 5,17m. Debora royndi seg fyri fyrstu ferð í 60m rimarenning og vann bronsu. Tabita rann 800m og bleiv nummar 5.

Debora og Durita luttóku í longdarlop har tær báðar settu PR við ávíkavist 3,24m og 3,14m. Durita og Debora runnu eisini 400m, har Debora bleiv nummar 2 við tíðini 1:18 og Durita bleiv nummar 5 við tíðini 1:26.

Sunnudagin var aftur kapping og sólin skein. Jennhild gjørdi kúlustoyt og stoytti 5,65m. Durita gjørdist nummar 6 í bóltkast við einum kasti á 20,31m. Natalia og Lý luttóku í longdarlopið og lupu ávíkavist 3,81m og 3,64m

Tabita, Natalia og Lý luttóku í 200m har bæði Lý og Natialia settu PR. Natalia kom í finaluna, har hon bleiv nummar 4. Tabita luttók eisini í 1500m, har hon vann silvur. Durita og Debora luttóku í 100m innleiðandi har báðar komu í finaluna. Eingin heiðurmerki, men báðar settu PR. Tær luttóku eisini á 800m har Debora vann gull og Durita silvur.

Myndir frá kappingini eru at síggja her

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Úrslit á Webscorer

Stuðlar

Silvarenningin

Norðoya Sparikassi hálvmaraton

Aðrir stuðlar













Føroya Bjór renningin

Renn fyri heilsuna 2021














Aðrir stuðlar

Annað




Fleiri tíðindir