Í dag var ein søguligur dagur innan frælsan ítrótt í Klaksvík, tá breytin við Másheygg skuldi nýtast fyri fyrstu ferð til eina stórkapping. Hettar er onnur kapping av trimum, har stigini verða tald saman áftaná síðstu kappingina. Nógv hevur verið at fyrireikað, áðrenn kappingin kundi haldast. Fólk hava arbeitt uppá breytina og fingið síðstu snøklarnir gjørdir so breytin kundi góðkennast til at hava kapping á. Nógv tíð er eisini nýtt til at fyrireika ymisku ítróttargreinarnar og seta útgerð upp.
Tað er brúk fyri nógvum hjálparfólkið til eina tílíka kapping og hava fólk her norði verið sera hjálpsom og bjóða seg fram til ymisku postarnar, sum máttu mannast fyri at kappingin kundi verða hildin.
Luttøkan var sera góð, tilsamans vórðu 288 startir tilmeldaðir og 113 íðkarar stóðu á startlistanum. 46 av teimum umboðaðu Treysti og fleiri royndu seg fyri fyrstu ferð. Veðurforsøgnirnar vóru ikki góðar, men onkrar góðar løtur vóru og tá regn og vindur kom, var gott at hava húsið við breytina at hvíla seg í og fáa sær kaffi og okkurt gott afturvið.
Av tí at nógvur vindur var blivu ikki allar tíðir góðkendar í spurtinum og lopunum. Báðar lopgrøvirnar blivu brúktar í senn har onnur var brúkt til trístøkk og onnur til lop. Hettar var sera praktist, tí nógv vóru tilmelda longdarlop.
Fyrsta kapping var 800m við kvinnum úr ymiskum aldursbólkum. Tað var vóru tær meir royndu íðkarar úr Treysti sum blivu nummar 1,2 og 3, nemliga Rebekka, Maria og Vibeka sum allar skulu umboða Føroyar á oyggjaleikum í summar.
Kappingarnar byrjaðu kl. 11:00. Kappingar í lop, trístøkk, bóltkast, spurt og miðtein vóru hildnar í senn, so nógvur aktivitetur var at síggja samstundis um alla breytina. Onkur børn vóru til eina kappingargrein, ímeðan onnur vóru upp til fýra ymiskar kappingargreinar.
Onkrar rennikappingar vóru nakað útsettar av tekniskum trupuleikum, men áleið kl.15:00 endaði kappingin og allir startir blivu væl avgreiddir.
Øll úrslit kunnu síggjast inni á Roster appinini ella inni á Roster heimasíðuni her. Vel “Raska Stórkapping 2”.
Myndir frá Bjørg Svabo kunnu síggjast her.
Myndir frá Kamillu Sørensen kunnu síggjast her.