Siðbundna Skechers Performance Nýggjárshálvmaraton 2023 verður runnið leygardagin 7. januar.
Tað eru Roysnið og Skósølan við Gøtugjógv, sum skipa fyri hesi kappingini, sum vanliga er fyrsta rennikappingin í nýggja árinum.
Ætlanin er at royna eina nýggja rutu hesaferð. Runnið verður sostatt av Skála kring Skálafjørðin og út á Toftir.
Byrjað verður við brandstøðina á Skála, norðast í bygdini, kl. 11. Málið er niðanfyri ráðhúsið á Toftum, har kappingin Runt Agnið vanliga endar.
Øll yvir 16 ár (fødd í 2006 ella fyrr) eru vælkomin at luttaka. Kappast verður í hesum bólkum:
-Menn & Kvinnur (1978-2006)
-Menn & kvinnur veteranar (1968-1977)
-Menn & kvinnur superveteranar (-1967)
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya, www.fif.fo, ella við startin undan kappingini. Startnumrini verða heintaði á brandstøðini á Skála.
Til ber at skifta á brandstøðini á Skála undan startinum, og skift verður í skúlanum á Toftum, tá komið er á mál. Har verður eisini drekkamunnur og heiðursmerkjahandan.
Veðrið hava vit onga ávirkan á, og tí kunnu broytingar koma í skránna vegna veður/hálku.