25. Føroya Bjór Renningin verður á leygardagin 28. mai kl. 11.00 á Norðoyastevnu. Renningin er fyri bæði børn og vaksin.
Leinkja til tilmeldingina er HER.
Hetta er 25. ferð, at Treysti skipar fyri Føroya Bjór Renning í miðbýnum á Norðoyastevnu. Tað var í 1997, at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning. Hetta var eisini fyrstu ferð, at skipað bleiv fyri renning fyri børn í ymsum aldursbólkum.
Øll árini síðani renningin byrjaði hevur luttøkan verið góð, og tað vónar Treysti, at hon verður aftur hesaferð. Fyrstu árini vóru tað flest børn í luttóku, men seinnu árini hava nógv vaksin eisini luttikið.
Rutan hjá børnum verður á einum rundteini á umleið 425m og renna tey ávikavist eitt og tvey umfør. Tey vaksnu renna trý umfar og tilsamans 5 km á teini, sum er uppmátaður og góðkendur. Tey vasknu byrja yviri við Akursmørk, meðan børnini byrja á vegnum uttanfyri Telebúðina. Málið hjá øllum er á vegnum uttanfyri Telebúðina.
Skráin fyri rennikappingina leygardagin 28. mai á Norðoyastevnu sær soleiðis út:
kl. 11.00 Menn/Kvinnur (f.1977-2008) – 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Veteranar (f.1967-1976) – 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Superveteranar (f.1966 ella fyrr) – 5 km
kl. 11.40 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2015 ella seinni) – 450 m
kl. 11.50 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2012-2014) – 450 m
kl. 12.00 Dreingir-13/Gentur-13 (f.2009-2011) – 900 m
kl. 12.15 Heiðursmerkjahandan uttanfyri/innanfyri Norðoya Sparikassa
Føroya Bjór letur heiðursmerki til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp til skjótastu kvinnu og mann á 5 km teininum.
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 27. mai kl. 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 60 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Leinkja til tilmeldingina er HER.
Tey sum tilmelda seg online, skulu avheinta startnummur í deildini hjá Norðoya Sparikassa í góðari tíð áðrenn start.
Eisini ber til at eftirtilmelda seg uttanfyri Norðoya Sparikassa, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja. Allir luttakarar verða bidnir um at møta í góðari tíð áðrenn renningin byrjar.
Øll eru vælkomin at verða við, og vónar Treysti, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið øll árini frammanundan.