Leygardagin 24. juli kl. 11.00 skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór renningini, sum í ár vegna Covid-19 støðuna einans er fyri vaksin. Hetta er 24. ferð, at Treysti skipar fyri hesi renning í miðbýnum á Norðoyastevnu. Tað var í 1997, at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning.
Øll árini síðani renningin byrjaði í 1997 hevur luttøkan verið sera góð, og tað vóna vit, at hon verður aftur hesaferð. Fyrstu árini vóru tað flest børn í luttóku, men seinnu árini hava nógv vaksin luttikið eisini.
2004 2006
Í ár verður renningin so leygardagin 5. juni kl. 11.00. Tey vaksnu renna trý umfar og tilsamans 5 km á teini.
2009 2009
Hjá øllum er startur við Maverick og mál á vegnum uttanfyri Norðoya Sparikassa.
2009 2010
Skráin
Skráin fyri rennikappingina leygardagin 5. juni á Norðoyastevnu sær soleiðis út:
kl. 11.00 Menn/Kvinnur (f. 1976-2007) – 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Veteranar (f.1966-1975) – 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Superveteranar (f.1965 ella fyrr) – 5 km
kl. 12.00 Heiðursmerkjahandan uttanfyri/innanfyri Norðoya Sparikassa
Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuni og manninum á 5 km teininum.
2011 2011
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 23. juli kl. 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 60 fyri vaksin. Leinkja til tilmeldingina er HER.
Tey sum tilmelda seg online, skulu avheinta startnummur í deildini hjá Norðoya Sparikassa í góðari tíð áðrenn start.
2011 2011
Eisini ber til at eftirtilmelda seg í deildini hjá Norðoya Sparikassa, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja. Allir luttakarar verða bidnir um at møta í góðari tíð áðrenn renningin byrjar.
Øll eru vælkomin at verða við, og vónar Treysti, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið øll árini frammanundan.
2012 2012
2012 2012
Í myndasavninum finnist ein røð av góðum renniminnum og -myndum frá teimum 23 undanfarnu Føroya Bjór Renningunum 🙂