Lógir fyri ítróttarfelagið
TREYSTI
1. grein
Navn og heimstaður felagsins
stk. 1 Navn felagsins er TREYSTI, og heimstaður tess er Klaksvík.
2. grein
Endamál felagsins
stk. 1 Endamál felagsins er at íðka frælsan ítrótt.
stk. 2 Aðalfundur ella eykaaðalfundur felagsins ger av, hvørjar ítróttargreinar skulu íðkast innan felagið.
3. grein
Stjórn felagsins
stk. 1 Í nevnd felagsins sita: Formaður, næstformaður, skrivari og tveir nevndarlimir. Teir verða valdir einsæris á aðalfundi at sita 2 ár, tríggir annaðhvørt ár og tveir annaðhvørt ár. Valdur verður ein tiltakslimur at sita 1 ár. Formaður skal veljast á líka árum. Tveir nevndarlimir skulu veljast á líka árum. Næstformaður á ólíka árum. Skrivari á ólíka árum. Stjórnarlimir skulu veljast hvør sær.
stk. 2 Á hvørjum ári skulu tveir grannskoðarar veljast.
stk. 3 Stjórnarlimir og tiltaksmenn skulu verða á fundi fyri at verða valdir. Fráverandi limir skulu skrivliga boða stjórnini frá, at teir samtykkja, at teir verða stillaðir sum møgulig valevni.
stk. 4 Til stjórnarfundar verður kallað saman av formanni, ella tá ein stjórnarlimur krevur hetta. Stjórnarlimir skulu hava fundarboð minst 24 tímar áðrenn fundin.
stk. 5 Stjórnin er viðtøkufør við vanligum meiriluta.
stk. 6 Formaðurin tekur avgerð í málum, har avgerð ikki kann útsetast til stjórnarfund. Henda avgerð skal tó leggjast fyri á fyrsta stjórnarfundi til samtyktar.
4. grein
Limafundur
stk. 1 Stjórnin kann altíð kallað saman til limafundar.
5. grein
Aðalfundur
stk. 1 Aðalfundur er eina ferð árliga, í februar mánað, men kann um neyðugt útsetast av stjórnini, tó í mesta lagi ein mánað.
stk. 2 Aðalfundurin er felagsins ovasti mynduleiki.
stk. 3 Fundarskráin á aðalfundi er hendan:
a. Val av fundarstjóra.
b. Formaðurin sigur frá farna ári.
c. Framløga av roknskapi til samtyktar og status frá 1. januar til aðalfundin.
d. Innkomin mál.
e. Val av nevnd v.m.
f. Ymiskt.
stk. 4 Aðalfundur skal kunngerast í almennum bløðum minst 2 vikur áðrenn fundin.
stk. 5 Aðalfundurin er altíð viðtøkuførur, sjá tó 9 grein viðvíkjandi lógarbroytingum.
stk. 6 Mál, ið koma formanninum í hendi, skrivliga, seinast 7 dagar áðrenn fundin, verða viðgjørd.
stk. 7 Mál, ið koma formanninum í hendi eftir hendan dag, kunnu verða viðgjørd á fundinum, um stjórnin heldur hetta verða neyðugt.
stk. 8 Á aðalfundi kunnu lógaruppskot ikki verða viðgjørd ella lógarbroytingar gjørdar, uttan tær standa á fundarskránni, ið saman við uppskotinum skulu verða TREYSTINUM í hendi í seinasta lagi 2 vikur – og kunngjørt limunum í seinasta lagi 7 dagar – frammanundan aðalfundinum.
6. grein
Eykaaðalfundur
stk. 1 Kallað verður til eykaaðalfundar, tá ið stjórnin heldur hetta verða neyðugt, ella tá minst 1/4 av limum felagsins krevja hetta.
stk. 2 Eykaaðalfundur skal haldast í seinasta lagi 14 dagar eftir, at kravið um fundin er sett fram.
stk. 3 Fundarskráin skal kunngerast í almennum bløðum.
stk. 4 Bert innkomin mál verða viðgjørd á eykaaðalfundinum.
stk. 5 Eykaaðalfundurin er altíð viðtøkuførur, sí tó 9. grein viðvíkjandi lógarbroytingum.
7. grein
Peningaognir
stk. 1 Peningaognir felagsins skulu setast inn á banka- og/ella girokonto, og kann bert tann, ið hevur fulltrú felagsins, ráða yvir hesum peningi.
7.1 grein
Tekningarreglur
Stk. 1 Felagið verður teknað av samlaðu nevndini. Til keyp, sølu ella veðseting av føstum ognum krevst aðalfundarsamtykt
8. grein
Roknskapur
stk. 1 Roknskaparár felagsins er frá 1. januar til 31. desember.
stk. 2 Kassameistarin ger status frammanundan hvørjum aðalfundi, og skal roknskapur felagsins verða kannaður av grann-skoðarunum.
stk. 3 Roknskapurin skal leggjast fram fyri stjórnina, tá hon krevur hetta.
9.grein
Lógarbroytingar
stk. 1 Lógarbroytingar kunnu bert fara fram sambært grein 5 og 6 og skulu 2/3 av møttu limum felagsins atkvøða fyri broytingaruppskoti fyri at hetta skal verða samtykt.
10. grein
Limir felagsins
stk. 1 Limir felagsins koma undir tær lógir og samtyktir, sum ítróttarsamgongur, har felagið er limur, fyriskipa.
stk. 2 Limur, sum ger brot á felagsins lógir, ella á annan hátt skaðar umdømi felagsins, verður settur í karantenu, og kann í ringasta føri verða útihýstur úr felagnum.
stk. 3 Viðkomandi limur verður fráboðaður við innskrivaðum brævi um avgerð stjórnarinnar.
stk. 4 Um limur verður vístur burtur frá venjing av venjara, kann viðkomadi senda kæru inn fyri stjórn felagsins, sum so tekur tað endaligu avgerðina í málinum.
stk. 5 Stjórnin kann krevja endurgjald fyri skadd ella horvin amboð.
11. grein
Atkvøðugreiðsla á fundum
stk. 1 Atkvøðugreiðsla á aðalfundum, eykaaðalfundum og øðrum fundum fer fram skrivliga. Um allir møttu limir eru fyri tí, kann fundarstjórin tó lata hana fara fram á annan hátt.
stk. 2 Allar atkvøðugreiðslur verða avgjørdar við vanligum meiriluta. Um javnvág er í atkvøðugreiðsluni, er formansins atkvøða avgerðandi.
stk. 3 Fyri at limur kann greiða atkvøðu á fundum skal hann verða fyltur 15 ár og ikki standa í eftirstøðu.
12. grein
Limagjald
stk. 1 Aðalfundurin ásetur limagjaldið.
stk. 2 Um limur sigur seg frá venjing, tó í minsta lagi 1 ár, til dømis vegna burturferð, sjúku ella tílíkt, verður hann at rokna sum hvílandi limur hesa tíðina og rindar limagjald samsvarandi hesum.
13. grein
Frágreiðing
stk. 1 Frágreiðing av øllum fundum og allar avgerðir stjórnar- innar skulu skrivast í gerðarbók felagsins, sum aftan á hvønn fund og hvørja avgerð skal verða undirskrivað av stjórnarlimunum.
14. grein
Niðurlegging av felagnum
stk. 1 Felagið kann einans verða niðurlagt um minst 2/3 av limum felagsins skrivliga krevja hetta.
stk. 2 Um felagið verður niðurlagt, verða ognir felagsins
latnar til ÍSF, FÍF ella til ítróttarlig endamál.
Soleiðis samtykt á eykaaðalfundi tann 23. mars 1998
____________________ ________________
Thorleif Eyðun Petersen Guttorm Sørensen
___________ ________________
Rani Nolsøe Sørin Olsen
Við broytingum samtyktar á aðalfundi 7. apríl 2001
Við broytingum samtyktar á aðalfundi 18. apríl 2005
Við broytingum samtyktar á aðalfundi 17. mai 2011