ÚrslitVK2 í Havnardali leygardagin

VK2 í Havnardali leygardagin

5. november varð Vetrarkappingin 2022-23 skotin í gongd við siðbundnu kappingini Runt Agnið.

Og nú leygardagin 19. november kl. 11.00 skipar Hvirlan fyri øðrum umfari av Vetrarkappingini í Havnardali. Leiðin leygardagin er tann kenda runt gøturnar, sum hava verið partur av renningini Kerjar. Tó verður hesafer møtt og byrjað við útibarnagarðin Spírin við rossafjósini í Havnadali.

Teinarnir eru á leið 10 km hjá teimum vaksnu og 5 km hjá børnunum.

Bólkarnir eru hesir:
-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2006)
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1968-1977)
-Kvinnur/ Menn Superveteranar (f. 1958-1967)
-Kvinnur /Menn Ultraveteranar (f. 1957 ella fyrr)
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2002-2006)
-Gentur / Dreingir (f. 2007-2011)

Meldið til VK2 í Havnardali leygardagin á hesi leinkju.

58 runnu Runt Agnið
Heili 58 rennarar tóku lut í VK1 Runt Agnið. Tey fingu ein góðan túr í frálíkum líkindum.

Millum fremstu rennararnar vóru hópin av kendum andlitum, sum vístu, at tey eru væl fyri at taka kampin upp í Vetrarkappingini í ár.


Í opna bólkinum hjá monnunum vann Rógvi Kárason, Bragdið, við tíðini 36,46 min., frammanfyri Bjarka Johannesen, Roysnið, sum rann 37,25 min., og Eirik Hansen, Bragdið, við tíðini 37,40 min.


Marita Andrasardóttir, Bragdið, vann opna bólkin hjá kvinnum í tíðini 42,51 min., frammanfyri Vibeku Eihilt Sivertsen, Treysti, 45,54 min. og Ann Thomsen, Bragdið, við tíðini 46,32 min.

Øll úrslitini frá VK1 Runt Agnið eru at finna her:
05.11.22 VK1 Runt Agnið

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Úrslit á Webscorer

Stuðlar

Silvarenningin

Norðoya Sparikassi hálvmaraton

Aðrir stuðlar













Føroya Bjór renningin

Renn fyri heilsuna 2021














Aðrir stuðlar

Annað




Fleiri tíðindir