Fleiri kappingar hava verið í juli, har Treysti hevur verið væl umboðað. Vikuskiftið 24.–26. juli vóru bæði FM og DM á skránni. Hetta merktist eisini á luttøkuni til FM, tí fleiri av okkara bestu íðkarum vóru til DM.
DM á breyt
Til DM luttóku Julian, Maria, Oddvør og Rutt. Samanlagt vunnu tey tvey silvurheiðursmerki og eitt bronsuheiðursmerki, umframt at tvey føroysk met vórðu sett.
Maria hevði eitt framúr vikuskifti, har hon setti føroysk met í tveimum greinum. Leygardagin rann hon 400 metrar upp á 56,94 sekund og gjørdist sostatt fyrsta føroyska kvinnan, ið hevur runnið teinin undir 57 sekund uttandura. Hon hevur fyrr í ár runnið undir 57 sekund innandura. Sunnudagin vann hon silvur í 400 metra rimarenning við tíðini 1:00,35. Við hesum betraði hon sítt egna føroyska met, sum frammanundan var 1:00,56 og sett fyrr í ár.
Julian royndi seg fyri fyrstu fer i 3.000 metra forðarenning og rann teinin upp a 9:10,61, ið rakk til eitt silvurheiðursmerkið. Tidin var bert tvey sekund fra føroyska metinum hja Albert Marna.
Rutt Gregersen vann bronsu á 5.000 metrum. Hon rann eina væl disponeraða kapping og kom á mál við tíðini 17.58,30, sum samstundis er nýtt persónligt met.
Oddvør Josephsen kappaðist á bæði 100 og 200 metrum. Hon rann 100 metrar upp á 12,56 sekund og 200 metrar upp á 25,96 sekund. Báðar tíðirnar eru hennara bestu í ár.
FM á breyt
Til FM vóru eisini fleiri góð úrslit frá ungdómsíðkarum hjá Treysti.
Pætur Jógvansson vann 600 m, 300 m og 60 m, og fekk harumframt eitt anna pláss í longdarlopi og boltkasti.
Bjarta Thomsen gjørdist nummar trý á bæði 300 m og 60 m, og luttók eisini í fleiri øðrum greinum.
Elias Thomsen gjørdist nummar fýra á 60 m og fekk eisini góð úrslit í longdarlopi og boltkasti.
Emily Thomsen vann 60 m hekk og gjørdist nummar tvey á 600 m, nummar trý í hæddarlopi og spjótkasti, og nummar tvey í longdarlopi.
Tabita Hvannastein vann 400 m við nýggjum persónligum meti, og fekk bronsu á bæði 100 m og 200 m.
Borgný Biskopstø rann 60 m og 600 m har hon endaði ávikavist á einum 2. og 3. plássi.
Bert 6 ára gamla Jorie Victoria luttók eisini í fleiri greinum. Hon gjørdist nr. 2 á 60 m, nr. 3 á 300 m og vann stafettina við einum MIX-liði saman við Hvirluni.
Stór luttøka til Ólavsøkurenningina
Treysti hevði sína størstu luttøku til Ólavsøkurenningina í fleiri ár, har felagið var væl umboðað bæði hjá monnum og kvinnum.
Í kvinnukappingini vann Rutt við tíðini 18:18. Rebekka hevði eisini eina góða renning og endaði á 3. plássi við tíðini 20:27.
Hjá monnunum vann Julian. Hann vann kappingina við tíðini 14:57, sum samstundis er nýtt rutumet.
Í veteranabólkinum gjørdist Jeggi nr. 2 við tíðini 19:32, og hjá superveteranum endaði Heini á 2. plássi við tíðini 19:30, meðan Jonhard gjørdist nr. 3 við tíðini 19:38.