Treysti

Treysta ungdómurin til Tårnby Games

Hetta fyrsta vikuskiftið í mai vóru nakrir av ungu íðkarunum hjá Treystinum í Danmark til Tårnby Games, sum var teirra fyrsta kapping í ár. Hóast hópurin ikki var stórur, so kom væl burtur úr.

Hóast Petur ikki hevði tað so gott í fótinum, bleiv hann nr. 1 í bóltkasti við einum kasti á 43,90m, sum er persónligt met.

Saloma gjørdist nr. 2 í hæddarlopi við einum lopi á 1,19m, hetta var fyrstu ferð Saloma royndi seg í hesi greinini. Eisini gjørdist hon nr. 3 á 1000m teininum við tíðini 3:48:68, hetta var eisini pb.

Jemima gjørdist nr. 2 á 1000m teininum við tíðini 3:44:84, eisini hetta var pb. Eisini gjørdist hon nr. 3 í bóltkasti við einum kasti á 26,56m, sum var pb.

Elsti íðkarin á hesum túrinum var Tabita, og hon kláraði at renna seg til 2 persónlig met, eitt á 100m og annað á 200m.

 

Durita og Debora luttóku báðar í kúlustoyti og kláraðu tær seg bara væl. Hetta var ein túrur við fleiri persónligum metum, góðum veðri og hýri, so vit kunnu ikki annað, enn vera væl nøgd við eitt fantastiskt vikuskiftið.

Exit mobile version