KappingarRASKA VK-4 í Sørvági leygardagin 21. januar

RASKA VK-4 í Sørvági leygardagin 21. januar

Nú leygardagin 21. januar verður fjórða umfar av Raska Vetrarkappingini runnið í Sørvági, har Frælsi verður vertur. Sjálv rennikappingin verður skotin í gongd klokkan 11.00.

Vetrarkappingin í renning eitur nú RASKA vetrarkappingin, í samband við, at MBM er nýggjur høvuðsstuðul hjá Frælsum Ítrótti Føroya.

Runnið verður frá Sørvágs Kirkju út eftir fjørðinum til Bíggjar. Vent verður beint eftir Bø. Runnið verður heim aftur til Sørvágs, har málið er sama stað sum starturin.

Renniteinurin hjá gentum og dreingjum er 3 km. Tey byrja saman við teimum vaksnu, men venda eftir 500 m. Teinurin hjá teimum vaksnu er beint undir 9 km. Møguligt verður eisini hjá motionistum at renna 5km.

Skráseting byrjar kl. 10.00 við kirkjuna, og renningin verður sett ígongd kl. 11.00.

Mælt verður til at skráseta seg áðrenn fríggjakvøldið kl. 24.00. Goldið verður tá online. 50 kr. fyri vaksin og 30 kr. fyri børn. Skráseting til kappingina fer sum vanligt fram á skrásetingarsíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya á agongumerki.fo her.

Frælsi bjóðar suppu og drekkamunn eftir kappingina. Umklæðing er ikki á staðnum, mælt verður tí til at skifta, áðrenn komið verður á staðið.

Kappast verður í hesum bólkum:

– Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2006)

-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1968-1977)

-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1958-1967)

-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1957 ella fyrr)

-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2002-2006)

-Gentur / Dreingir (f. 2007-2011)

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Úrslit á Webscorer

Stuðlar

Silvarenningin

Norðoya Sparikassi hálvmaraton

Aðrir stuðlar













Føroya Bjór renningin

Renn fyri heilsuna 2021














Aðrir stuðlar

Annað




Fleiri tíðindir