Treysti

Maria heldur fram við góðu gongdini

Maria Biskopstø heldur fram við góðu gongdini, tá ið hon í kvøld betraði sítt egna føroyska met á 400 m rimarenning. Gamla metið setti hon til DM í Hvidovre síðsta summar, tá ið hon rann teinin upp á 1.01,42.

Í kvøld luttók hon á Boysen Memorial-stevnuni í Oslo, har hon rann teinin upp á 1.00,56. Tað er ein stór forbetring upp á eitt lítið ár.

Úrslit frá kappingini síggjast her

Exit mobile version