spot_img
KappingarLeygardagin 4. des byrjar vetrarkappingin í Kollafirði

Leygardagin 4. des byrjar vetrarkappingin í Kollafirði

Steðgið á eina løtu og komið við leygardagin 4.december. Gloymið jólastákanina og jólagávur, og stressið av eina løtu, tí vit skipa fyri fyrstu vetrarkappingini, Betri VK3. Hetta er tann fyrsta í ár, orsakað av at hinar báðar kappingarnar eru avlýstar ella útsettar. Og aftur hesa ferð renna vit í Kollafirði.

Øll eru vælkomin við, tí umframt teinin á 10 km fyri vaksin og 3 km fyri børnini, sum telja við í Betri VK3, bjóða vit eisini heilsurenning á 5 km, har øll kunnu renna ella ganga við. Tit, sum vilja verða við til heilsurenningina, kunnu melda til á staðnum. Kostnaðurin er 50 kr fyri vaksin og 30 kr fyri børn. Heilsurennarar verða ikki skrásettir.

Byrja verður kl. 11.00 frá Kollafjarðar Skúla og øll renna sama veg, eftir bygdavegnum í Líðini, oman á kajuna og niðan á vegin aftur við Atlanticpane. 10 km teinurin er út á Sperm á Signabø og aftur. Teinurin á 3 km hjá børnum, er inn til barnagarðin at venda og aftur, og tey sum eru við í heilsurenningini, renna ella ganga inn til Atlanticpane og venda aftur til startin.

Orsakað av korona, er kanska eingin drekkamuður inni aftaná, men vit finna upp á okkurt á málinum. Møguleiki er at skifta í skúlanum. Heiðursmerkjahandanin verður við startin og bert tey, sum eru við í VK3 fáa heiðursmerki.

Tað loysir seg at melda til áðrenn 3.desember kl. 23, tí tá kostar tað bert 50 kr fyri vaksin og 30 kr fyri børn. Um meldað verður til á staðnum til VK1 leygardagin millum 10 og 10.30, kostar tað 100 kr fyri vaksin og 50 kr fyri børn.

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll.

Tilmelding: https://bragdid.atgongumerki.fo/webshop/event/1418950/order/info

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Newspaper WordPress ThemeNewspaper WordPress Theme

Høvuðsstuðul

Strava

Stuðlar

Silvarenningin

NS hálvmaraton

Aðrir stuðlar













Føroya Bjór renningin

Renn fyri heilsuna 2021















Aðrir stuðlar

Annað




Fleiri tíðindir

Newspaper WordPress ThemeNewspaper WordPress Theme