Treysti

Føroya Bjór renningin

27. Føroya Bjór Renningin verður á leygardagin 1. juni kl. 11.00 á Norðoyastevnu. Av tí at sama dag verður skipa fyri stórkapping á Guttabreyt verður eingin renning fyri børn í ár.

Hetta er 27. ferð, at Treysti skipar fyri Føroya Bjór Renning í miðbýnum á Norðoyastevnu. Tað var í 1997, at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning.

Øll árini síðani renningin byrjaði hevur luttøkan verið góð, og tað vónar Treysti, at hon verður aftur hesaferð.

Tað verður runnið trý umfar og tilsamans 5 km á teini, sum er uppmátaður og góðkendur. Rutan byrjar yviri við Akursmørk, og málið er á vegnum uttanfyri Telebúðina.

Melda til her

Exit mobile version