Treysti

Betri Vetrarkappingin byrjar 27. november

Fyrsta kappingin í ársins vetrarkapping, Runt Agnið, skuldi verið runnin 6. november, men varð hon útsett vegna koronu.

Vit hava síðani fylgt við støðuni, og nú er so ætlanin at hava fyrsta umfar av Betri Vetrarkappingini á Toftum leygardagin 27. november kl. 11.

Eina viku seinni, 4. desember, verður VK3 runnið í Kollafirði, sum ætlað.

VK2 Kerjar er fyribils avlýst. Meiri verður at frætta um tað seinni.

Sostatt verða tvey umfør av vetrarkappingini runnin fyri jól – Runt Agnið 27. november og VK3 í Kollafirði 4. desember.

Koronaatlit
Vit virða tilmælini ísv. korona. Sosatt verður mælt til, at luttakarar í vetrarkappingini hava við sær koronapass, gulu koppsetingarbókina ella eina negativa koronatest, sum í mesta lagi er 48 tímar gomul.

Exit mobile version