Treysti

Ársaðalfundur hjá Treysti 6. apríl 2022

Ársaðalfundur hjá Treysti verður mikudagin tann 6. apríl 2022 kl. 19.30 á loftinum í KÍ høllini í Klaksvík.

Skrá smb. lógum felagsins:

Fundarskráin á aðalfundi er hendan:
a. Val av fundarstjóra.
b. Formaðurin sigur frá farna ári.
c. Framløga av roknskapi til samtyktar og status frá 1. januar til aðalfundin.
d. Innkomin mál.
e. Val av nevnd v.m.
f. Ymiskt.

Nevndarval er á skránni og fyri vali standa formaðurin, Andreas Josephsen og nevndarlimur Eileen Matras, sum ikki taka við afturvali. Eisini tiltakslimur Jan Elmar Sørensen og nevndarlimur Jógvan Jóhan Lorenzen standa fyri vali.

Beint eftir fundin tvs. umleið kl. 20.30 verður hugnaløta við góðum ábiti.

Møtið fjølment !

Nevndin

Exit mobile version