Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Síðsta vikuskifti var Talentbólkurin hjá FÍF við til VU-Spelen í Gøteborg í Svøríki. Kappingarnar fóru fram á Nya Ullevi leikvøllinum. Einir 3.500 íðkarar vóru tilmeldaðir í umleið 7.500 startum. Íðkararnir komu m.a. úr Svøríki, Danmark, Norra, Føroyum, Íslandi, Finlandi, Týsklandi, Qatar, Skotlandi, Estlandi, USA og aðrastaðni eisini.

Ferðalagið í taldi 15 íðkarar og 4 leiðarar, fór úr Vágunum hósmorgunin kl. 8.15. Leiðarar vóru Gutti, Hallur Holm, Heri Ziska og Rebekka. 

Íðkararnar vóru úr Treysti: Marnar (1.500m og 3.000) og Rebekka (200m, 400m og 800m). Úr Bragdið: Katarina Høj (200m, 600m og 1.500m), Karin Holm Simonsen (200m og 600m), Elsa Berg (300m og 800m), Steingrímur Hallsson (800m, 2.000m og spjótkast), Hans Jacobsen (200m, 400m og 800m), Regin Joensen (200m, 400m og 800m), Rúni Seloy (400m og 800m) og Daniel Djurhuus Rein (200m og longdarlop). Úr Hvirlan: Tinna Berg Jørgensen (80m, 200m og longdarlop), Marita K. Petersen (60m hekk, 80m, 200m, longarlop, kúlustoyt og spjótkast), Hanus Bergsson (kúlustoyt og spjótkast), Hallur Simonsen (kúlustoyt og diskuskast), Trygvi Laksafoss (100m, longdarlop og hæddarlop). Rói Holgarsson úr Bragdið gav avboð vegna skaða.

Kappingarnar byrjaðu kl. 10.30 fríggjamorgunin, kl. 9.00 leygarmorgunin og sunnumorgunin og endaðu seint hvørt kvøld.  Gist bleiv á einum vallaraheimið einar 5-6 kilometrar frá leikvøllinum. Líkindini vóru góð allar dagarnar, hóast tað regnaði frá middegi fríggjadagin til kappingar endaðu fríggjakvøldið. Hinar báðar dagarnar var av besta veðri.

Marnar, sum luttók í bólkinum dreingir 17, rann 1.500m leygardagin og har megnaði hann at seta persónligt met við tíðini 4.12,10 min. og rakk tað til 7.pláss av 39 luttakarum. 


Marnar lá á odda helmingin av 1.500m renningini

Sunnukvøldið var Marnar so við í 3.000m renning, har málið hjá honum var fyrst og fremst at koma undir 9 minuttir. Hann var við í fyrsta riðili saman við 16 øðrum dreingjum. Hesaferð legði hann varliga út, og lá á næstaftasta plássi eina góða løtu. Marnar megnaði at halda sína ferð, meðan teir fremru byrjaðu at dragna ein fyri og annar eftir. 


Marnar rann eina sera góða og væl skipaða 3.000m renning

Tá teir fóru út á seinasta umfar, var hann á fimtaplássið, bert fá sekund frá bronsuni. Hann megnaði at seta ein góðan endaspurt inn á seinasta umfari og hesin rakk mín sann til eitt flott bronsuheiðursmerki í tíðini 8.57,01 min. sum eisini er persónligt met hjá Marnari á hesum teininum! Hjartaliga tillukku Marnar ! Í alt vóru teir 34 dreingir í dystaðust í 3.000m.


Marnar rann ein góðan endaspurt, sum gjørdi at hann bleiv nummar trý við 8.57,01 min.

Rebekka luttók í trimum kappingum. Leygardagin var hon við í 400m, sum hon ikki hevur runnið í longri tíð. Tí var spennandi hvussu tað fór at gangast her, tí Rebekka hevur tikið seg nógv fram á miðteinunum í ár. Sjálvt um hon ikki hevur trenað til teir styttru teinarnar, so var málið at sláa hennara føroyska met, sum er 62,48 sekund. Men tíverri eydnaðist tað ikki og kom hon á mál við tíðini 63,36 sekund. Vónandi megnar hon at sláa metið seinni í summar. Tíðin rakk til eitt 18. pláss av 23 í bólkinum gentur 19 ár.


Rebekka beint eftir startin á 400m

Sunnudagin hevði Rebekka tvær kappingar á skránni. Fyrst var tað 200m, har hon eisini eigur føroyska metið, sum var 28,80 sekund. Men her gekk betur og tók hon 35/100 av metinum, sum nú er 28,45 sekund. Sjálvt um hon setti føroyskt met, so rakk tað einans til eitt 49. pláss av 49. Tað sigur m.a. hvussu høgt støði talan er um í VU-Spelen.


Rebekka fer um málstrikuna eftir 28,45 sekund

Sunnukvøldið skuldi Rebekka so renna 800m. Har setti hon tvær ferðir føroyskt met á Oyggjaleikunum, tá hon sum fyrsta føroyska kvinna rann undir 2.20 min. Vónir vóru um at betra tíðini 2.19,07 min. frá Isle of Wight og at seta enn eitt føroyskt met. Fyrra umfar bleiv runnið uppá 67 sekund, og tað sá út til at ganga væl. Seinna umfar bleiv eitt lítið vet ov seint til føroyskt met, men tíðin bleiv 2.19,29 min. og enn einaferð undir 2.20 min. Hetta rakk til eitt flott 8.pláss av 23 gentum. Hon hevur nakrar 800m kappingar eftir í summar, so vónandi megnar hon at kappa eitt ella tvey sekund av metinum áðrenn summarið er av. 


Rebekka fer her út á seinna umfar í 800m renningini

Samanumtikið gekk tað føroysku íðkarunum sera væl. Allir settu persónlig met. Eitt fullfíggjað yvirlit av øllum úrslitunum er at finna í hesi greinini á heimasíðuni hjá FÍF: http://www.athletics.fo/?p=4808