
Meðan tey flestu hildu Summarfestival í oysandi regni í Klaksvík, so vóru nøkur Treystafólk við til FM á Tórsbreyt seinasta vikuskifti. Líkindini at renna vóru væl betur í Havn enn í Klaksvík hesar báðar kappingardagarnar, sjálvt um tað sirmaði av og á og eitt lot var av og á.
Treysti var bert umboða í renning. Rebekka luttók í fýra kappingum og vann tær allar við hesum tíðum:
-200m við 29,37 sek.
-400m við 66,12 sek.
-800m við 2.31,10 min.
-1.500m við 5.35,92 min.
Rebekka gjørdist fýrafaldur føroyameistari
Marnar luttók eisini í fýra kappingum. Heldur óvæntað gjørdist Marnar føroyameistari á bæði 800m og 1.500m í kapping við Rúna Seloy. Harumframt vann hann, sum væntað, bæði 5.000m og 3.000m forðarenning. Vinnaratíðirnar hjá Marnar vóru:
-800m við 2.11,88 min.
-1.500m við 4.25,75 min.
-5.000m við 16.27,37 min.
-3.000m forðarenning við 10.47,47 min.
Marnar kemur á mál eftir 3.000m forðarenning og vinnur harvið sítt fjórða gullheiðursmerki
umframt tey bæði, so megnaði Gutti at ogna sær trý bronsuheiðursmerkir í 1.500m, 5.000m og 3.000m forðarenning. Tíðirnar hjá Gutta vóru:
-1.500m við 4.36,69 min.
-5.000m við 16.51,46 min.
-3.000m forðarenning við 11.47,32 min.
Gutti førdi teir fyrstu 1.100 metrarnar í 1.500m, men gjørdi onki við Rúna og Marnar tá teir settu ferð á
Tríggir aðrir Treystarennarar vóru við í 5.000m. Borgar gjørdist nummar fimm við 17.42,54 min. Jonhard gjørdist nummar seks við 17.52,92 min. og Einar nummar átta við 19.14,33 min. Einar luttók eisini í 1.500m og har bleiv hann nummar fimm við 4.59,79 min.
Einar var raskur í FM
Treysti ynskir teimum øllum hjartaliga tillukku við frálíku úrslitunum í FM.
Vikuskiftið 20. og 21. august verður skipað fyri FM fyri børn og ung á Tórsbreyt.