
Í morgun, Flaggdagin, bleiv skipað fyri einkultstart-renning frá Haraldsundi og út í Grøv. Ein teinur á 7 km. Knapt 30 rennarar høvdu boðað frá luttøku. Fyrsti rennarin byrjaði kl. 11.01 og so fóru tey avstað við 1 minutt millumbili. Tey høvdu eitt lítið lot ímóti størsta partin av teininum, so tað bleiv eitt sindur hart tá avtornaði, men sum altíð, so eru rennarar í góðum lag kortini.
Skjótastu tíðina hjá monnunum og kvinnunum runnu, ikki óvæntað, Julian Gregersen og Rebekka Fuglø. Sum tey bæði siga: - hetta er sera góð venjing at fáa nú støðan er sum hon er og ongar kappingar kunnu avgeriðast.
Niðanfyri eru úrslitini og myndir frá degnum.
Úrslitini eru her: Einkultstart-renning Flaggdagin
Myndir eru her: Einkultstart-renning Flaggdagin