Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað





Farna leygardag varð árliga Fugloyar Renningin hildin í Hattarvík. Fleiri enn 200 høvdu boðað frá luttøku. Av hesum vóru eini 30 útlendingar, umframt fleiri føroyingar, sum búgva uttanlanda. Ritan mátti gera eykatúr fyri at fáa allar luttakarar út til Fugloyar. 

Runnið verður frá Hattarvík og til tyrlupallin á Kirkju at venda og aftur. Teinurin er 10,4 km. Frá Hattarvík og niðan á Kross eru 2,4 km mótbrekka, so 2,8 km undanbrekka til tyrlupallin og so øvugt heimaftur. Hæddarmunurin frá Hattarvík og Kirkju niðan á Kross er umleið 250m.

Hetta var fimta ferðin, at renniningin verður hildin og fyrstu ferð at ein kvinna kom fyrst á mál. Stutt aftaná kom maður hennara á mál. Skotska parið Claire Gordon og Daniel Beckett, sum búgva uttanfyri Edinburgh, vóru komin til Føroyar av einari orsøk, og tað var nemliga Fugloyar Renningin.

Vinnaraparið úr Skotlandi segði, at tey høvdu leitað á alnótini eftir renning í Føroyum, og Fugloyar Renningin var renningin tey bara máttu luttaka í. Vit búgva á einum fjallatoppi, so vit eru von við brekkur, søgdu tey. Komin á mál vóru bæði á einum málið um at hetta var "amazing" og "fantastic". 

Tey blivu bæði yvirraskaði tá tey samstundis vunnu hvør sítt tjógv frá Símun-bónda í Uppistovu.

- Hesi tjógvini skulu heilt sikkurt við okkum til Skotlands aftur, søgdu tey bæði.

Tiltakið gekk sera væl hóast so nógvar luttakarar og næsta Fugloyar Renning verður 20. juli 2019.

Leinkjur til myndir eru her:

Fugloyar Renning 2018 I
Fugloyar Renning 2018 II