fjal

Høvuðsstuðul:

Komandi tiltøk

TF Klaksvík ½-marathon

Høvuðsstuðul:

Aðrir stuðlar:








Aðrir stuðlar:





















Ferðalagið avmyndað uttanfyri Ørkina

Í løtuni er stórt ferðalag frá Treysti í Reykjavík, har tey fara at kappast í Stórmót ÍR í vikuskiftinum 28. og 29. januar. Stórmót ÍR er størsta innandurakapping í frælsum ítrótti í Íslandi. Íðkarar koma úr øllum landinum. Íalt hava einir 750 íðkarar boðað frá luttøku.

Úr Treysti fara 35 fólk til Reykjavíkar. Fyrra ferðalagið uppá 25 fólk fór úr Føroyum fríggjadagin 20.januar. Fríggjdagin 27. januar kemur seinna ferðalagið uppá 10 fólk yvir afturat. 

Meðan tey eru í Reykjavík búgva tey á Ørkini, har klaksvíkshjúnini, Hans Michael og Sólfríð í Mittúni eru vertir. Umstøðurnar eru sera góðar at búgva á Ørkini, og har er blíðskapurin eisini í hásætið.



Nógv børn eru í ferðalagnum og tí verður skipað fyri skúlagongd hvønn gerandisdag millum kl. 09.00 og 11.00. Hetta dámar børnunum bara væl.

Venjing er á skránni nærum hvønn dag. Umstøðurnar at venja í høllini eru framúr góðar. Íslendarar eru blíðir við føroyingar, og eru teir altíð vælkomnir at venja hvønn dag millum kl. 17.30 og 20.00.

Hugni og útferðir eru eisini á skránni. Vegna nógva kavan, sum er í Íslandi í løtuni (tann mesti í 27 ár), so mátti flogfarið hjá Atlantic lenda í Keflavík tá tey komu til Íslands fríggjadagin. Tað gjørdi at tíðin bleiv ov knøpp at venja, og tí bleiv farið í heitu pottarnar í Laugardali ístaðin. Seinni fríggjakvøldið var møti við Jógvani Purkhús á Ørkini. Aftaná møti var kaffimuður og hugnaprát. 

Leygardagin var løtt renning á skránni og seinnapartin bleiv farið í Laugardalshøllini at hyggja eftir frælsu ítróttarkappingini Reykjavík International Games. Har vóru nógvar spennandi kappingar at síggja. M.a. setti tann bert 15-ára gamla Anita Hinríksdóttir nýtt íslendskt innandura met á 800m við 2.05,96 !!!! Gamla metið var frá 1977.

 
Víkingaskipið

Sunnumorgunin kl. 10.00 var venjing í Laugardalshøllini. Har vóru bert treystafólk og tankin um slíkar umstøður fylti nógv tað løtuna, men man má bara fegnast um møguleikan at venja undir slíkum umstøðum. Eftir vanligu venjingina sluppu børnini at royna seg í hæddarlopi og øðrum, sum møguleikin ikki er til í Klaksvík í løtuni. Eftir góðan lambakjøtsdøgverða bleiv slappað av eina løtu. Seinnapartin fóru øll ein góðan gongutúr oman at hyggja eftir Hørpuni. Eitt stórt og vakurt bygningsverk, sum avgjørt er vert eina vitjan.

 

 

 
Hørpan er ein framúr flottur bygningur

Mánadagin eftir døgverða fóru øll oman í Skoytihøllina í Laugardali. Har sluppu fleiri at vísa síni goymlu og gloymdu kynstir, sum hava ligið still í áravís. Eftir skoytingina fór onkur at "shoppa" í Smáralind. Seinni bleiv eisini ein túrur gjørdur í heitu pottarnar.

 

 
Í Skoytihøllini

Beint eftir døgverðan á middegi týsdagin var útferð til Geysir og Gullfoss. Hesi støð eru sera stórbær og vøkur, sjálvt í nógva kavanum og kuldanum. 

 
Geysir

 
Gullfoss

   
Bussurin 

Nógvi kavin gjørdi at túrurin bleiv nógv drúgvari enn ætlað. Ikki fyrr enn umleið kl. 20.30 var bussurin í túninum uttanfyri Ørkina, og tí mátti venjingin avlýsast! Ístaðin bleiv farið í dupultan føðingardag hjá Kamillu, sum bleiv 12 ár og Hans, sum bleiv 11 ár. 

 
Køkan hjá Jórun bleiv flott og smakkaði sera væl

 

   
Í føðingardegi hjá Kamillu og Hans

Nógv verður tosa um at standa á skí. Mikudagin var ein møguleiki, men ikki var ráðiligt at fara við leigaða bussinum, vegna koyrilíkindini. Tí fóru tey, sum høvdu besta hugin við hýruvogni til Bláfjøll at standa á skí, meðan hini fóru ein túr í Kringluna at "shoppa". Klokkan seks var venjing á skránni, og skuldu nøkur renna test áðrenn kappingarnar. Tey kláraðu seg bara heilt væl, so spennandi verður í vikuskiftinum.

   

   
Øssur er kokkur og væl smakkar

Umframt øll treystafólkini, so koma nærum 30 fólk frá Hvirluni eisini at kappast í vikuskiftinum.

Hetta eru luttakararnir hjá Treysti:

 
Maria og Vibeka fara at lutta í Trautabraut (Kids Athletics).
Umframt tær báðar, so vera Rakul Ró, Cecilia og Christian eisini við

  
Gentur 11 ár: Oddvør, Birita og Maria fara at luttaka í 60m, longdarlopi, kúlustoyt og 600m.
Rutt fer eisini at kappast í somu greinum.


Dreingir 11 ár: Hans fer at royna seg í 60m, longdarlopi, kúlustoyt og 600m


Gentur 12 ár: Elin Kristina fer at kappast í longdarlopi, kúlustoyti,
60m, hæddarlopi, 600m, 60m hekk og 200m

 
Gentur 13 ár: Monika og Martha luttaka í kúlustoyti, 60m, longdarlopi, 600m, 200m.
Harumframt fer Monika at luttaka í 60m hekk, hæddarlopi


Dreingir 12 ár: Gunnar luttekur í kúluvarp, 60m, longdarlop, 600m, 200m og 800m

 
Menn: Gutti, Andreas, Borgar, Einar, Martin og Filip (beiggi Martin) fara at renna 3.000m og 1.500m

Hesir koma yvir fríggjadagin og fara at luttaka soleiðis: 

Dreingir 13 ár: Hans Jákup - 60m og longdarlop

Dreingir 14 ár: Julian - longdarlop, 60m, kúluvarp, hæddarlop, 60m hekk, 200m og 800m
Dreignir 14 ár: Mikkjal - 60m og 200m

Menn: Magnus Pauli - kúlustoyt

Øllum verður ynskt góða eydnu í kappingunum :-)

Fleiri myndir frá túrinum eru at finna í myndasavninum.

Stuðlað ferðini hava m.a. Klaksvíkar Kommuna, Hvalnes P/F, Kósin, Faroeship og Malltek Sp/f