Høvuðsstuðul:

Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 18. mars 2017



NS hálvmaraton Klaksvík 2017


Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:















Renn fyri heilsuna 2017























Aðrir stuðlar:



Annað





Søga

1993
Byrjanin til Ítróttafelagið Treysti, er at finna afturi í august mánað 1993. Mánakvøldið 16. august 1993 møttust fýra góðir ungir menn til fundar í heiminum hjá Jonhard Larsen uppi í Traðagøtu 25 í Klaksvík. Teir fýra ungu mennirnir vóru: Jonhard Larsen (1966), Rani Nolsøe (1959) og Páll Sólstein (1964) úr Klaksvík og Guttorm Sørensen (1968) úr Hvannasundi. Hesir ungu menn høvdu ígjøgnum nøkur ár, runnið hvør í sínum lagi. Onkur á meira seriøsum støði enn annar.

Hesir fýra ungu mennirnir komu hetta kvøldið ásamt um, at tað hevði verið vert, at gjørt eina roynd at stovnað eitt felag fyri frælsan ítrótt í Norðoyggjum, sjálvt um Rani, Páll og Guttorm vóru búsitandi í Danmark í lestrarørindum fyri tíðina. Tí bleiv kunngerð lisin dagin eftir á middegi í Útvarpi Føroya, har Jonhard Larsen vegna stigtakarnir, lýsti til stovnandi aðalfund á loftinum í KÍ-høllini týskvøldið 17. august 1993.

Tað møttu 12 menn og 3 kvinnur á hesum stovnandi aðalfundi. Jonhard bjóðaði vælkomin og bleiv Rani valdur til orðstýrara. Jonhard greiddi frá renning (frælsan ítrótt) fram til nú. Hann greiddi virksemi sínum í NFÍ, har hann hevði skipað fyri Norðoyastevnurenning í nøkur ár. Hann greiddi eisini frá Sportmaster renning, sum Andreas Andreasen skipaði fyri seinasta ár, og sum eftir ætlan skal verða aftur í ár. Guttorm, sum venur regluliga í Vejle í Danmark, greiddi frá um framtíðina hjá felagnum. Hann helt at felagið átti at skipa fyri felags venjing og vísti á týdningin at fleiri venja saman. Guttorm greiddi frá, at lógirnar, frá Bragdinum úr Havn, sum ætlanin var at brúka, vóru tíverri ikki komnar fram. Men Guttorm hevði fingið fatur á einum lógum, sum vóru ætlaðar einum sersambandi fyri frælsan ítrótt frá Óla Olsen (Óla á Dalinum) og greiddi frá teimum.

Síðan fór ein tekningarlisti runt, har fólk høvdu møguleika at tekna seg sum lim. 14 nøvn komu á listan, og vóru tey: Magnus P. Glerfoss, Aksel Johannesen, Jan Gardar, Jósvein Jacobsen, Jón Kári Frederiksen, Páll Sólstein, Sølvi Ragnarsson, Susan Jacobsen, Mai Breckmann, Jógvan Johannessen, Jonhard Larsen, Rani Nolsøe, Guttorm Sørensen og Trúgvi H. Poulsen. Síðan var nevndarval á skránni, og í hesa fyrstu nevndina vóru vald Jonhard Larsen, Magnus P. Glerfoss og Susan Jacobsen. Sum eykalimir blivu Jógvan Johannessen og Rúni Ziska valdir. Nevndin fekk til uppgávu at kalla til eykaaðalfund fyri at fáa greiðu á lógum felagsins fyrst og fremst. Rani Nolsøe, so mentaður sum hann er, legði fram uppskot um navn til felagið og kom hann við tí frálíka navninum Treysti. Tað bleiv bleiv einmælt samtykt at felagið skuldi eita Ítróttafelagið Treysti. Limagjaldið bleiv ásett til at verða kr. 100,- árliga.

1998
Men hvussu var og ikki, so kom felagið ongantíð rættiliga fyri seg hesi árini aftaná stovnanina. Tí bleiv tað lýst til stovnandi eykaaðalfund í Skúlanum á Ziskatrø mánakvøldið 23. mars 1998. Ikki møttu eins nógv fólk á hesum fundinum, sum í 1993. Men kortini nokk til at ein nevnd bleiv vald og í hana komu: Thorleif Eyðun Petersen (formaður), Guttorm Sørensen (næstformaður), Rani Nolsøe (skrivari) og Søren Olsen (tiltakslimur).

2006
Norðoyatunnilin verður tikin í nýtslu 29. apríl. Sunnudagin 23. apríl skipaði Treysti fyri renning gjøgnum tunnilin. Runnið bleiv úr Leirvík til Klaksvíkar. Einteinur uppá góðar 6 kilometrar. Metstór luttøka varð til hesa renningina og høvdu heili 3.250 luttakarar boða frá luttøku. Hetta tiltakið gav eisini fitt av peningi til felagið.

2007
Felagið fær hølir í nýggju Badmintonhøllini í Klaksvík