Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað






Leygardagin 6. apríl kl. 11.00 skipar fyri Treysti árligu Silvarenningini. Treysti hevur seinnu árini skipað fyri renning í ber navnið hjá høvuðsstuðulinum hjá felagnum. Treysti hevur fyri kortum longt høvuðsstuðulsavtalu við Norðoya Sparikassa við trimum árum, og tí verður heitið á rennikappingini: Silvarenningin Klaksvík 2019.

Hendan renningin hevur altíð verið hildin tætt uppá stovningardegnum hjá Treysti, sum er 23. mars. Í ár verður hendan renningin leygardagin 6. apríl.

Kappast verður í fleiri ymiskum bólkum fyri bæði gentur og dreingir og kvinnur og menn. Norðoya Sparikassi letur heiðursmerkir til øll børnini, sum koma á mál. Í vaksnu bólkunum verða latin heiðursmerkir til nummar 1, 2 og 3.

Tilmelding fer fram í deildini hjá Norðoya Sparikassa leygarmorgunin 6. apríl millum kl. 10.00 og 10.45. Luttøkugjaldið er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn. 

Skráin fyri renningina sær soleiðis út:

10.00-10.45 Tilmelding í deildini hjá Norðoya Sparikassa
11.00 Gentur & Dreingir f.2013 ella seinni – umleið 425m 
11.10 Gentur & Dreingir f.2011-2012 – umleið 425m 
11.20 Gentur & Dreingir f.2009-2010 – umleið 425m 
11.30 Gentur & Dreingir f.2007-2008 – umleið 850m
11.35 Gentur & Dreingir f.2003-2006 – umleið 850m 
11.45 Kvinnur & Menn opin bólkur f.1974-2002 – 3,3 km  
11.45 Kvinnur & Menn veteranar f.1964-1973 – 3,3 km  
11.45 Kvinnur & Menn superveteranar f.1963 ella fyrr - 3,3 km
12.15 Heiðursmerkjahandan í hølunum hjá Norðoya Sparikassa (ella uttanfyri um tað viðrar)

Startur og mál verður uttanfyri deildina hjá Norðoya Sparikassa.

Rutur:
Børn renna ávikavist 1 og 2 umfør runt um Akursmørk.
Vaksin renna 3 umfør frá Ósávegi, til vinstru eftir Gerðagøtu, norðureftir Heygavegnum, omaneftir Fjósabrekku og so til vinstru eftir Biskupstøðgøtu aftur til Ósávegin.

Eftir renningina verður okkurt leskiligt at fáa frá Norðoya Sparikassa.

Luttøkan plagar at verða góð, og tað vónar Treysti aftur hesuferð, og Silvi vónar eisini at síggja nógvar bæði smáar og størri rennarar.

Á hesi leinkjuni finnast myndir, sum Símin á Høvdanum, tók í fjør: Silvarenningin 2018