Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað





Á Útoyggjastevnuni, sum verður í Svínoy, leygardagin 16. juni skipar Treysti fyri renning har úti. Kappingar verða bæði fyri børn og vaksin.

Byrjað verður kl. 11.00. Børn renna umleið 0,5 km og vaksin umleið 2 km. Runnið verður í bygdini. Rutan:

· Byrja verður Uppi á Váli, á vegnum beint niðanfyri sparkivøllin og dansistovuna
· Runnið verður til Kirkjugøtu niðan á Heygar norðum bóndagarðin og oman á vegin um Eiði
· Heimaftur verður snara til høgru oman eftir Foravegi og síðani til vinstru eftir Handansvegi móti málinum
· Mál verður í Túni (teinur máldur til 2.25 km)

Heiðursmerki verða latin til 1,2 og 3 í øllum bólkum.

Kort av rutuni í .pdf er HER

Bólkar:- Dreingir og gentir -7 ár (fødd 2011 ella seinni) renna 0,5 km
- Dreingir og gentir -12 ár (fødd 2006-2010) renna 0,5 km
- Menn og kvinnur (fødd 1973-2005) renna 2 km
- Menn og kvinnur veteranar (f.1963-1972) renna 2 km
- Menn og kvinnur superveteranar (1962 ella fyrr) renna 2 km

Øll eru vælkomin at luttaka.

Skráin fyri útoyggjastevnuna sást her:Skrá fyri Útoyggjastevnuna í Svínoy leygardagin 16. juni 2018


Ferðaætlan:
Sambært ferðaætlan, tó verður ikki siglt til Fugloy kl.14:45, umframt at Ritan siglir millum Hvannasund og Eiði á Svínoy hvønn tíma eftir at fyrstitúrur eftir ferðaætlanini kl. 8.45 er avgreiddur, siglt verður so leingi fólk ella til kl.01:00

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum.