Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Finalufeltið í 800m var sera javnt sterkt á hesum Oyggjaleikunum

Í kvøld rann Rebekka finaluna í 800m. Hon setti nýtt føroyskt met á teininum í semifinaluni í gjár við tíðini 2.19,58 min. Tann skjótasta kvinnan rann 2.17,60 í semifinaluni, so tað var lagt upp til eina sera spennandi finalu, har allar høvdu ein møguleika.

Men tað skuldi gangast sera, sera væl hjá Rebekku, um hon skuldi klára at renna seg millum tríggjar tær fyrstu. Favorittar vóru Emma Leask (Hetland), sum vann 800m á seinastu Oyggjaleikum, Eilidh Mackenzie (Western Isles), sum hevði Oyggjaleikametið og Claire Wilson (Jersey), sum vann við 2.14,13 min. á heimavølli í 2005, tá hon umboðaði Hetland. 

Men í 800m kappingum kann nógv henda, og tí skuldi Rebekka so avgjørt renna við vón um heiðursmerki. 

Tað bleiv lagt sera hart fyri, og rann Rebekka fyri 200m metrarnar uppá 30-31 sekund, og lá hon tá á einum 4-5 plássi. Hon kom framvið 400m eftir 66 sekund! Tá var hon á sjeyndaplássi og tær tríggjar omanfyri nevndu høvdu lagt seg nakrar metrar á odda.

Tá tær fóru framvið 600m var Rebekka aftast, og í seinasta svinginum vóru beinini sera tung og hevði hon eitt fitt petti fram til nummar sjey. Men á seinastu 100 metrunum fekk hon ferð á aftur og stríddi seg fram til Sarah Livett frá Ynys Mon og fóru tær mestsum javnar um málstrikuna, men málfoto vísti at Sarah var 1/100 sekund frammanfyri Rebekku, sum kom á mál við tíðini 2.19,07 min. sum er nýtt føroyskt met. Gamla metið setti Rebekka í semifinaluni í gjár og var tað 2.19,58 min. - tillukku við metinum Rebekka, hatta var enn einaferð sera væl runnið !

Kappingin um gullið gjørdist so hørð, at vinnarin, Eilidh Mackenzie, bleiv diskvalifiserað fyri at renna fyri Emma Leask, sum sostatt fór við gullinum. Hetta gjørdi so at Rebekka endaði á sjeynda plássi.

Úrslitið í 800m finaluni bleiv:
1. 2.11,72 Emma Leask, Shetland Islands
2. 2.15,41 Claire Wilson, Jersey
3. 2.16,46 Claire Kiely, Isle of Wight
4. 2.16,61 Sarah Mercier, Guernsey
5. 2.16,67 Rachael Franklin, Isle of Man
6. 2.19,06 Sarah Livett, Ynys Môn
7. 2.19,07 Rebekka Fuglø, Faroe Islands
DQ Eilidh Mackenzie, Western Isles

Rebekka er nú liðug at kappast á hesum Oyggjaleikunum og sigast má at tað hevur gingist væl hjá henni. Í øllum trimum kappingunum hevur hon betra seg. 

Í morgin kl. 12.55 skal Marnar renna finaluna í 10.000m móti 20 øðrum monnum. Har eru einir fimm-seks mans, sum mugu metast at vera sterkari enn Marnar, og tí verður tað sera trupult hjá honum at vinna nakað heiðursmerkið. Vit ynskja Marnari allarbestu eydnu við renningini í morgin.