Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Tað gekk alt eftir vild hjá Rebekku tá hon fyrrpartin rann semifinalu á 800m. Rennast skuldu tveir riðilar við seks kvinnum í hvørjum. Í finaluna koma tríggjar tær fyrstu í hvørjum riðili pluss tvær tær bestu tíðirnar eftir tað. 

Rebekka var komin í fyrra riðilin saman við m.a. Emmu Leask og Claire Wilson, íð báðar áður hava vunnið 800m á OyL. Eisini var bronsuvinnarin frá seinast, Kim Baglietto, í riðilinum. So talan var um harða kapping.

Tær spentu allar avstað við góðari ferð, og lógu sera javnar eftir fyrra umfar. Rebekka lá tá væl fyri á 4.plássi. Rebekka ætlaði at tryggja sær pláss millum tríggjar tær fremstu og harvið sikkurt finalupláss. 

Tá tað restaðu 250m fór hon frá 4. plássi og fram á 1. pláss. Tvær av hinum dragnaðu tá heilt burturúr og Rebekka helt fast um leiðsluna til tær komu inn á seinastu 100 metrarnar. Men tá vóru tær tríggjar í lógu klárt fremst og tí varð ikki neyðugt at spurta allar kreftirnar úr sær seinastu metrarnar.

Rebekka kom um málstrikuna á tryggum 3.plássið við tíðini 2.19,58 min. sum samstundis er føroyskt met. Gamla metið setti Bjørk Herup Olsen seinasta summar og var tað 2.20,01 min. Rebekka er fyrsta føroyska kvinna undir 2.20 min. á 800m !

Finalan verður í annaðkvøld kl. 19.10.

Riðil 1:
1. 2.19,19 Emma Leask, Shetland Islands - Q
2. 2.19,33 Claire Wilson, Jersey - Q
3. 2.19,58 Rebekka Fuglø, Faroe Islands - Q
4. 2.21,19 Natalie Whitty, Guernsey
5. 2.23,86 Carla Plowden-Roberts, Isle of Wight
6. 2.24,75 Kim Baglietto, Gibraltar

Riðil 2:
1. 2.17,60 
Rachael Franklin, Isle of Man - Q
2. 2.17,73 Eilidh Mackenzie, Western Isles - Q
3. 2.17,74 Claire Kiely, Isle of Wight - Q
4. 2.17,81 Sarah Mercier, Guernsey - q
5. 2.18,46 Sarah Livett, Ynys Môn - q
6. 2.21,40 Sarah Astin, Isle of Man

Vit ynskja Rebekku hjartaliga tillukku við finaluplássinum og føroyska metinum, og ynskja tær allarbestu eydnu í finaluni.