Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Bjørk og Rebekka avmyndaðar beint eftir heiðursmerkjahandanina á Fairway Sports Centre har kappingarnar fara fram

Kl. 19.00 í kvøld skal Rebekka renna 1.500m finalu, meðan Marnar rennur 5.000m finalu kl. 19.50. Rebekka skal kappast ímóti 11 øðrum kvinnum. Vónandi megnar Rebekka at seta nýtt persónligt met á 1.500m teininum. Hennara besta tíð á teininum er 4.49 min. sum hon rann innandura fyrr í ár. Kappingin um fremstu plássini er sera hørð og kann væntast at øll heiðursmerkini verða vunnin við tíðum undir 4.40 min. Men Rebekka hevur víst góðan form í summar, og tí vóna vit at hon rennur upp til sítt besta í kvøld.

Hetta verður fyrstu ferð, at Marnar skal kappast í 5.000m á breyt. Hann rann fyrr í ár 5 km á vegi uppá 15.58 min. Marnar skal kappast ímóti 17 monnum og mótstøðan er øgilig! Ein av teimum hevur runnið 5.000m undir 14 min., ein hevur runnið teinin undir 15 min., meðan ein triðji hevur eina tíð beint omanfyri 15 min. Hesir tríggir eru í klassa fyri seg. Kappingin um næstu plássini verður hørð, og vóna vit at Marnar verður í fremra endanum her og samstundis megnar at renna skjótari enn teir 15.58 min.

Vit ynskja teimum báðum góða eydnu í kvøld !