Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Leygarmorgunin 18. juni kl. 10.00 okkara tíð, verður startskot latið av í Rønne á Bornholm. Talan verður um startskotið til kappingarnar:

- 2-3-4 x marathon uppá 24 tímar
- 24 tímar: leygardagin 18. juni 2011 kl. 11.00 til og við sunnudagin 19. juni kl. 11.00
- 6 tímar

Ein av luttakarunum er okkara ultrarennari Pól Sundskarð, sum fer at luttaka í kappingini 24 tímar. Kappingin gongur út uppá, hvussu langt ein klárar at renna í 24 tímar.

Pól hevur fyrireikað seg sera væl og leingi til hesa kappingina. Hann hevur runnið nógvar kilometrar í vetur í bæði góðum og ringum líkindum. Hann hevur verið sera ágrýtin at venja, og hevur runnið bæði stuttar, hálvlangar, langar, sera langar og ultralangar venjingartúrar. Hann hevur eisini roynt at runnið ymisk tíðspunkt á døgninum, fyri at royna at renna bæði tíðliga og seint á døgninum.

Málið hjá Pól er, at klárað einar 180 kilometrar ella meira. Men tá talan er um so langa tíð, so kann nógv henda.

Hendan kappingin er samstundis DM í 24 tímar renning. Tá talan er um DM, so má ein verða limur í donskum felagið, og tí umboðar Pól felagið Tejn IF frá Bornholm. Hetta er 4. árið á rað, at Tejn IF er vertur fyri DM.

Runnið verður á einum rundteini á 1.032m. Hetta er sama ruta, sum tá Pól rann 7 marathon í 6 dagar í fjør.

Leinkja har tað ber til at fylgja við hvussu tað gongur hjá Pól og hinum rennarunum er her:

                       BEINLEIÐIS


At stuðlað sær meðan runnið verður, hevur Pól konuna Bjørg, dóttrina Davinu og abbabørnini.

Vit ynskja Pól allarbestu eydnu við 24 tíma renningini.


Magnus og Pól eftir at hava gjøgnumført VILT de Suðuroy 2011