Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað






Týsdagin 12. mars skrivaðu Norðoya Sparikassi og Treysti undir stuðulsavtalu. Avtalan hevur við sær at Norðoya Sparikassi heldur fram sum høvuðsstuðul hjá ítróttarfelagnum Treysti komandi trý árini í 2019, 2020 og 2021.

Vit í Norðoya Sparikassa fegnast um avtaluna. Treysti er eitt sera virkið felag, og er við til at betra um bæði heilsu og samanhald í nærumhvørvinum. Hesum vil sparikassin fegin halda fram at stuðla.

FM í hálvmaraton heldur fram undir heitinum “NS hálvmaraton” og fer at hava start og mál við høvuðsdeildina hjá Norðoya Sparikassa. FM í hálvmaraton verður hildið í mai og er størsta einstaka tiltakið hjá Treysti. Eisini verður onnur árlig kapping fyriskipað.

Í Treysti fegnast tey eisni um avtaluna, sum m.a. ber í sær, at felagið kann halda fram at mennast og bøta um karmarnar hjá limunum. Limaskarin er fjølbroyttur og hevur ymsan tørv, og Treysti leggur dent á, at øll hava møguleika at íðka í felagnum.

Treysti leggur eisini stóran dent á at menna ungar íðkarar og vil halda fram at geva teimum so góðar umstøður, sum til ber, bæði til venjingar og kappingar her heima og uttanlands.