Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:









Silvarenningin 4. apríl 2020 (AVLÝST)



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 1. AUGUST




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:















Føroya Bjór Renningin 6. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






Sum sigur er, so verður seinasta umfar í Vetrarkappingini avgreitt í Runavík, seinasta leygardag í mars, tá siðbundna Várkappinging eisini er. Teinurin er 10 km, og er talan um skjóta rutu har nógvir rennarar hava sett sítt persónliga met á teininum. Tey ungu renna 5 km hendan dagin.

Soleiðis skrivar FÍF á sínari heimasíðu:

Leygardagin 26. mars kl. 11.00 skipar Roysnið fyri 5. og seinasta umfari av Vetrarkappingini 2010/2011 í Runavík. Talan er um árligu sonevndu Várkappingina.

Allir bólkarnir byrja samstundis. Bólkarnir eru:
-Kvinnur/menn opin bólkur – 10 km (f. -1994)
-Kvinnur veteranar/Menn veteranar – 10 km (f. 1956-65)
-Menn superveteranar – 10 km (f. -1955)
-Kvinnuunglingar/Mansunglingar – 10 km (f. 1990-1994)
-Gentur/Dreingir – 5 km (f. 1995-1999)

Rutan
Eins og undanfarin ár verður byrjað omanfyri Litaval. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á keiina. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya Banka, har sneitt verður úteftir aftur. Henda leið skal rennast góðar 9 ferðir. Seinastu ferð koma rennararnir á mál við Sjómansheimið. Tey ungu renna eftir somu rutu, men byrja beint niðanfyri tey vaksnu, og koma á mál sama stað sum tey.

Kort Runavik
Á kortinum sæst rutan í Runavík.

Tilmelding fer fram á her á síðuni innan fríggjakvøldið 25. mars á miðnátt.

Luttakararnir verða bidnir um at møta við Sjómansheimið hálvan tíma áðrenn start og avheinta startnummar. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.