Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað





Leygardagin 26. februar kl. 11.00 skipar Treysti fyri 4. umfari í Vetrarkappingini 2010/2011 í Hvannasundi. Hetta er fjórðu ferð at Treysti skipar fyri Vetrarkapping í Hvannasundi. Rutan og teinar verða teir somu sum í fjør.

Veðrið hevur, hvørt av teimum trimum undanfarnu árunum runnið hevur verið vetrarkapping í Hvannasundi, havt ein stóran leiklut við í spælinum. Eitt árið var stormur, eitt árið var oysandi regn og seinast var kavarok.
Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 11.00.
- Kvinnur / menn opin bólkur (f. -1994)
- Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1956-1965)
- Menn Superveteranar (f. 1955 ella fyrr)
- Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1990-1994)
- Gentur / Dreingir (f. 1995-1999)
 
Allir teir vaksnu bólkarnir renna 10 km, meðan gentur og dreingir renna 4 km. Runnið verður suður gjøgnum fjøruna eftir gøtuni, úti í Bug verður snarað niðan á Sundsvegin (bygdavegin) og har verður snarað til vinstru og runnið norðureftir til “Gamla Skúla”, og víðari norðureftir og oman í Sandoyrabug, og so suðureftir aftur. Ein sera "hugnalig" ruta.
Runnið verður á einum rundteini, sum er góðan kilometur langur. Startur fyri vaksin verður á gøtuni niðanfyri “Gamla Skúla”, meðan børnini byrja við 6 km skiltið hjá teimum vaksnu, tvs. beint áðrenn snarað verður oman í Sandoyrabug. Málið verður á bygdavegnum við “Gamla Skúla” í Hvannasundi. Vaksin renna 9½ umfar, meðan børnini renna næstan 4 umfør.
Rutan

Í sambandi við renningina verða heiðursmerkir latin til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkunum. Sum vanligt er, so fer tilmelding fram á heimasíðuni hjá FÍF (leinkja er her). Freistin er fríggjakvøldið 25. februar kl. 22.00. Eisini kann meldast til á staðnum hálvan tíma áðrenn start.

Luttakararnir verða bidnir um at møta við “Gamla Skúla” í Hvannasundi hálvan tíma áðrenn start og avheinta startnummar. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn. 
Spennandi verður hvat veðurgudarnir fara at borðreiða við av líkindum hesuferð. Treysti vónar at nógvir luttakarar verða við, tí renningin er samstundis motiónsrenning har øll kunnu luttaka.
Í sambandi við renningina er møguleiki er fyri at umklæðing í Skúlanum á Fossánesi, sum er 1 kilometur frá “Gamla Skúla”. Heiðursmerkjahandanin verður í Skúlanum á Fossánesi.