Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:









Silvarenningin 4. apríl 2020 (AVLÝST)



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 1. AUGUST




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:















Føroya Bjór Renningin 6. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






Tíðindaskriv frá FÍF:

Leygardagin 5. februar verður 3. umfar av vetrarrennikappingini runnið í Hvalvík og Streymnesi. Møtt verður í ítróttarhúsinum við Margáir, ella frammi við fótbóltsvøllin, haðani eisini startur og mál eru.

Allir bólkar byrja samstundis, og startskotið gongur av kl. 11.00. Kappast verður í hesum bólkum:

Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -94) - 8,3  km
Veteranar kvinnur og menn (f. 1956-65) - 8,3 km
Menn Superveteranar (f. -1955) - 8,3 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1990-94) - 8,3 km
Gentur og dreingir (f. 1995-99) - 3,2 km

Startur og mál er sum áður nevnt við Margáir í Streymnesi. Runnið verður frá ítróttarhúsinum, gjøgnum Streymnes, eftir niðara vegnum, (Neystavegnum) oman á Oyruna, til Halvíkar, gjøgnum Hvalvík og aftur til Streymnesar. Vaksin, veteranar, superveteranar og unglingar renna teinin tríggjar ferðir; gentur og dreingir eina ferð.


Grand Prix 2 seinasta summar. Frá startinum í Streymnesi

Tilmelding fer fram her, og skal verða avgreidd innan fríggjakvøldið 4. februar kl. 21.00. Tað verður eisini høvi at melda til á staðnum frá kl. 10.00 á kappingardegnum. Startnummur verða latin frá kl. 10.00 í ítróttarhúsinum við Margáir. Kostnaðurin er 50 kr. fyri fýra teir elstu bólkarnar og 20 kr. fyri tey yngstu.

Tað verður møguligt at skifta og fara í brúsu í ítróttarhúsinum. Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum umframt at okkurt leskandi verður at fáa á málinum.

Víst verður annars til kappingarregulurnar fyri vetrarkappingina.