Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:









Silvarenningin 4. apríl 2020 (AVLÝST)



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 1. AUGUST




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:















Føroya Bjór Renningin 6. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






VK-2 í Havn

Leygardagin 11. desember skipa Frælsur Ítróttur Føroya og Bragdið fyri 2. umfari av Vetrarkappingini 2010-11 í renning í Havn.


Gutti á veg á mál sum nummar 2 í 2008

Startur og mál er á Tórsbreyt. Runnið verður oman eftir Ringvegnum, síðani til vinstru á  Hvítanesvegnum, til vinstru eftir Skræddaragøtu framvið Svartafossi, og yvir til Tórsbreyt. Tey yngru renna teinin einaferð, tey eldru renna teinin fýra ferðir. Allir aldursbólkar byrja samstundis kl. 11.00.


Frá startiunum í VK-2 í desember 2008

Kappast verður í hesum bólkum:
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. 1994 ella fyrr) – 12 km
Vetaranar kvinnur og menn ( f. 1956-65 ) – 12 km.
Menn Superveteranar ( f.1955 ella fyrr ) – 12 km.
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1989-1994) – 4 km
Gentur og dreingir (f. 1995-1999 ) – 4 km

Tilmeldingin liggur klár her, og skal vera avgreidd  innan fríggjakvøldið 10. desember kl. 21.00. Startnummur verða avheintað við Tórsbreyt leygardagin frá kl. 10.00. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri tey yngru, eisini goldið. Tilmelding kann eisini fara fram á Tórsbreyt frá kl. 10.00.

Samstundis sum hetta er 2. umfar av Vetrarkappingini, er hetta eisini opin kapping, har øll kunnu luttaka.