Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Vetrarkappingin fastløgd


Aftur í vetur verður skipað fyri vetrarkapping í renning. Byrjað verður leygardagin 13. november 2010, tá siðbundna kappingin Runt Agnið verður runnin.

Undirtøkan tvey tey seinastu árini hevur verið stór og vónar FÍF, at so verður aftur í vetur. Næsta summar verða Oyggjaleikir og vónandi fara okkara fremstu rennarar tí at luttaka í Vetrarkappingini. Gott hevði eisini verið at sæð enn fleiri av okkara yngri rennarum tikið lut í Vetrarkappingini. Unglingabólkurin er fyri rennarar føddir í 1990-1994 og yngsti bólkurin fyri rennarar føddir í 1995-1999. Hinir bólkarnir eru opin bólkur menn/kvinnur f. 1994 ella fyrr, menn/kvinnur veteranar f. 1956-1965 og menn superveteranar f. 1955 ella fyrr.


Frá startinum Runt Agnið í fjør, tá umleið 70 rennarar vóru møttir til start

Í samlaðu kappingini verður sama stigaskipanin brúkt. Talan er um somu stigaskipan sum seinasta ár í Vetrarkappingini.

Kappast og runnið verður í hesum bólkum: Gentur, dreingir, kvinnu- & mansunglingar, kvinnur, menn, kvinnu- & mansveteranar og manssuperveteranar.

Kappingarnar verða tær somu sum í fjør:

1. umfar – 13. nov. 2010 – Runt Agnið 10,3 km (5 km)
2. umfar – 11. des. 2010 – Tórshavn 12 km (3,5 km)
3. umfar – 29. jan. 2011 – Hvalvík/Streymnes 8 km (3 km)
4. umfar – 19. feb. 2011 – Hvannasund 10 km (4 km)
5. umfar – 26. mars 2011 – Runavík 10 km (5 km)

Tølini í klombrum eru teinarnir hjá dreingjum og gentum. Skráin, stigaskipan, aldursflokking og reglur annars í sambandi við vetrarkappingina er sama sum undanfarin ár. Leinkja til reglurnar er HER.