Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:









Silvarenningin 4. apríl 2020 (AVLÝST)



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 1. AUGUST




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:















Føroya Bjór Renningin 6. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






VILT de Suðuroy, sum er renni/gongutiltak í Suðuroynni, hevur heppnast framúr væl, nú tað hevur 2 ár á baki. At ganga ella renna, langa teinin úr Sumba til Sandvíkar, yvir eitt vikuskifti, hevur samlað alt fleiri og fleiri luttakarar, eisini útlendingar.

Í døgunum 8.-10. apríl 2011, verður so aftur bjóða inn til VILT de Suðuroy, men verður árið í ár, eitt vet øðrvísi enn tey undanfarnu. Ætlandin er at byrja tiltakið í Sandvík, og so halda leiðina suður yvir oynna. Teinarnir verða á sama hátt sum í fjør, men bert mótsættan veg.

Tilmelding:
Tilmelding fer nú fram við at senda teldupost til treysti@treysti.fo og er galdandi tá ið luttøkugjaldið er goldið á kontu 9181-170.980.3 í EIK Banka.

Kostnaður:

Kostnaður kr. 1.095 fyri luttakandi, ið velja fullan pakka, tvs mat, gisting, flutning og upplivingar.
Fyri luttakarar, ið bert ynskja luttaka í renningini er kostnaðurin kr. 350.

T-shirt:

Øll ið melda til, fáa eina lekra funktionella renni t-shirt av vælumtókta merkinum Craft. Og tí skal upplýsast stødd av t-shirt, tá ið melda verður til.

Skrá við fyrivarni:

Fríggjadagur 8. apríl:

16.15 Gongutúrur úr Sandvík til Trongisvág 15 km
17.00 Renning úr Sandvík til Trongisvág 15 km

Felagshugni og matur

Leygardagur 9. apríl:
09.00 Gongutúrur Trongisvágur til Hovs 9 km (ella 14 km um farið verður um Hovsegg)
10.00 Rennitúrur Trongisvágur til Hovs  9 km (ella 14 km um farið verður um Hovsegg)

10.00 ULTRARENNING: Runnið verður úr Sandvík til Sumbiar 44 km til 54 km, alt eftir um runnið verður gjøgnum tunnlar 
                                           ella yvir fjøllini.

16.00 Gongutúrur Hov til Vágs 9 km
17.00 Rennitúrur úr Hovi til Vágs 9 km

Felagshugni, matur og okkurt skemtiligt - her verður nógv spennandi í ár

Sunnudagur 10.apríl:

10.00 Gongutúrur Vágur til Sumba 12 km (ella 16 km um farið verður um Hestin)
11.00 Rennitúrur Vágur til Sumba 12 km (ella 16 km um farið verður um Hestin)
“Heilsuguðstænasta”

Set tí vikuskifti 8.-10. Apríl 2011 av til ein hendingarríkt, gevandi og spennandi vikuskifti í Suðuroy, til VILT de Suðuroy 2011.