Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:









Silvarenningin 4. apríl 2020 (AVLÝST)



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 1. AUGUST




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:















Føroya Bjór Renningin 6. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






Viðareiðis Renningin 2020 verður í morgin týsdagin 15. september kl. 17.30. Fyrstu ferð Treysti skipaði fyri rennikapping á Viðareiði var í 2005. Viðoyingar hava tikið sera væl undir við tiltakinum hvørja ferð, men eisini onnur hava leitað sær norður til Viðareiðis til hetta hugnaliga rennitiltak. Undirtøkan seinnu árini hevur verið rættiliga góð.

 
 

Kappingarnar byrjað kl. 17.30 og renna yngstu bólkarnir fyrst. Rennikappingin verður skipað á sama hátt sum hon plagar. Fyri at hava betur stýr á málinum, so renna gentur og dreingir hvør sær, um bólkarnir blíva ov stórir.


Bólkarnir í 2020 eru hesir:
Gentur/dreingir 0-6 ár f.2014 ella seinni) - renna 250m
Gentur/dreingir 7-8 ár (f.2012-2013) - renna 250m
Gentur/dreingir 9-10 ár (f.2010-2011) - renna 500m
Gentur/dreingir 11-12 ár (f.2008-2009) - renna 500m
Gentur/dreingir 13-16 ár (f.2004-2007) - renna 500m
Kvinnur/Menn (f.1975-2003) - renna 2,7km
Kvinnur/Menn vet. (f.1965-1974) - renna 2,7km
Kvinnur/Menn supervet. (f.1964 ella fyrr) - renna 2,7 km

Heiðursmerkir til øll børn
Heiðursmerkir, stuðlaði av Viðareiðis Kommunu, verða latin til øll børn, sum luttaka, og til nummar eitt, tvey og trý í vaksnu bólkunum. Harafturat okkurt leskiligt til allar luttakararnar frá Føroya Bjór.

 

Tilmelding
Tilmelding fer fram á staðnum frá kl. 16.45 týsdagin. Startur og mál verða við norðara enda á Nýggjavegi.

Luttøkugjaldið er kr. 20 fyri børn og kr. 50 fyri vaksin.

 

Rutur
Børnini renna øll á Nýggjavegi, sum verður avsperraður meðan runnið verður. Tey yngstu renna hálva leið yvir á Grømma at venda og aftur. Tey størru og eldru renna eina ferð yvir á Grømma at venda og aftur. Tey vaksnu, sum skulu renna 2,7 km, renna eitt umfar runt á Viðareiði, sum er oman í Ónagerði, eystur í Eiðsvík og aftur til Nýggjaveg.

Øll eru vælkomin at verða við og vónar Treysti at luttøkan verður eins góð sum undanfarin ár!

Myndir 2019 Viðareiðis Renning

Myndirnar niðanfyri eru frá 2018