
Kappingarnar byrjað kl. 18.00 og renna yngstu bólkarnir fyrst. Rennikappingin verður skipað á sama hátt sum hon plagar. Fyri at hava betur stýr á málinum, so renna gentur og dreingir hvør sær, um bólkarnir blíva ov stórir.
Bólkarnir í 2019 eru hesir:
Gentur/dreingir 0-6 ár f.2013 ella seinni) - renna 250m
Gentur/dreingir 7-8 ár (f.2011-2012) - renna 250m
Gentur/dreingir 9-10 ár (f.2009-2010) - renna 500m
Gentur/dreingir 11-12 ár (f.2007-2008) - renna 500m
Gentur/dreingir 13-16 ár (f.2003-2006) - renna 1.000m
Kvinnur/Menn (f.1974-2002) - renna 2,7km
Kvinnur/Menn vet. (f.1964-1973) - renna 2,7km
Kvinnur/Menn supervet. (f.1963 ella fyrr) - renna 2,7 km
Heiðursmerkir
Heiðursmerkir, stuðlaði av Viðareiðis Kommunu, verða latin til nummar eitt, tvey og trý í hvørjum bólki og harafturat okkurt leskiligt til allar luttakararnar.
Tilmelding
Tilmelding fer fram á staðnum við ein bil frá Malltek frá kl. 17.15 mánadagin. Startur og mál verða við norðara enda á Nýggjavegi.
Luttøkugjaldið er kr. 20 fyri børn og kr. 50 fyri vaksin.
Rutur
Børnini renna øll á Nýggjavegi, sum verður avsperraður meðan runnið verður. Tey yngstu renna hálva leið yvir á Grømma at venda og aftur. Tey størru og eldru renna eina ferð yvir á Grømma at venda og aftur, meðan tey størru børnini renna tvær ferðir yvir á Grømma at venda og aftur. Tey vaksnu, sum skulu renna 2,7 km, renna eitt umfar runt á Viðareiði, sum er oman í Ónagerði, eystur í Eiðsvík og aftur til Nýggjaveg.
Øll eru vælkomin at verða við og vónar Treysti at luttøkan verður eins góð sum undanfarin ár!
Niðanfyri er nakrar myndir frá 2018.