Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað





Viðareiðis Renningin 2018 verður sunnudagin 2. september kl. 15.00. Fyrstu ferð var í 2005. Í 2016 var tunnilsrenning, og tíverri datt renningin burtur í fjør, men nú verður hon so aftur. Undirtøkan hevur øll árini verið góð. Viðoyingar hava tikið sera væl undir við tiltakinum hvørja ferð, men eisini onnur hava leitað sær norður til Viðareiðis til hetta hugnaliga rennitiltak.

 
 

Kappingarnar byrjað kl. 15.00 og renna yngstu bólkarnir fyrst. Rennikappingin verður skipað á sama hátt sum hon plagar. Fyri at hava betur stýr á málinum, so renna gentur og dreingir hvør sær, um bólkarnir blíva ov stórir.


Bólkarnir í 2018 eru hesir:
Gentur/dreingir 0-6 ár f.2012 ella seinni) - renna 250m
Gentur/dreingir 7-8 ár (f.2010-2011) - renna 250m
Gentur/dreingir 9-10 ár (f.2008-2009) - renna 500m
Gentur/dreingir 11-12 ár (f.2006-2007) - renna 500m
Gentur/dreingir 13-16 ár (f.2002-2005) - renna 1.000m
Kvinnur/Menn (f.1973-2001) - renna 2,7km
Kvinnur/Menn vet. (f.1963-1972) - renna 2,7km
Kvinnur/Menn supervet. (f.1962 ella fyrr) - renna 2,7 km

Heiðursmerkir
Heiðursmerkir, stuðlaði av Viðareiðis Kommunu, verða latin til nummar eitt, tvey og trý í hvørjum bólki og harafturat okkurt leskiligt til allar luttakararnar.

 

Tilmelding
Tilmelding fer fram á staðnum við ein bil frá Malltek frá kl. 14.15 sunnudagin. Startur og mál verða við norðara enda á Nýggjavegi.

Luttøkugjaldið er kr. 20 fyri børn og kr. 50 fyri vaksin.

 

Rutur
Børnini renna øll á Nýggjavegi, sum verður avsperraður meðan runnið verður. Tey yngstu renna hálva leið yvir á Grømma at venda og aftur. Tey størru og eldru renna eina ferð yvir á Grømma at venda og aftur, meðan tey størru børnini renna tvær ferðir yvir á Grømma at venda og aftur. Tey vaksnu, sum skulu renna 2,7 km, renna eitt umfar runt á Viðareiði, sum er oman í Ónagerði, eystur í Eiðsvík og aftur til Nýggjaveg.

Øll eru vælkomin at verða við og vónar Treysti at luttøkan verður eins góð sum undanfarin ár!