Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Sunnudagin 28. august kl. 15.30 skipar Treysti fyri árligu rennikappingini á Viðareiði, og er hetta 7. árið á rað, at Treysti skipar fyri rennikapping á Viðareiði. Undirtøkan hevur øll árini verið góð. Viðoyingar hava tikið sera væl undir við tiltakinum hvørja ferð, men eisini onnur hava leitað sær norður til Viðareiðis til hetta rennitiltak.

Kappingarnar byrjað kl. 15.30 og renna yngstu bólkarnir fyrst. Rennikappingin verður skipað á sama hátt sum hon plagar. Fyri at hava betur stýr á málinum, so renna gentur og dreingir renna hvør sær, um bólkarnir blíva stórir. 

Bólkarnir í 2011 eru hesir: 
Gentur/dreingir - f.2005 ella seinni - renna 500m 
Gentur/dreingir - f.2003-2004 - renna 500m 
Gentur/dreingir - f.2001-2002 - renna 500m 
Gentur/dreingir - f.1999-2000 - renna 1.000m 
Gentur/dreingir - f.1995-1998 - renna 1.000m 
Kvinnur/Menn - f.1966-1994 - renna 2,7km 
Kvinnur/Menn vet. - f.1956-1965 - renna 2,7km 
Kvinnur/Menn supervet. - f.1955 ella fyrr - renna 2,7 km 

Heiðursmerkir
Viðareiðis Kommuna hevur aftur í ár verið so beinasom at stuðla, so tað verða latin heiðursmerkir til nummar eitt, tvey og trý í hvørjum bólki og harafturat okkurt leskiligt til allar luttakararnar. 

Tilmelding 
Tilmelding fer fram á staðnum við ein bil frá KBI frá kl. 14.30 sunnudagin. Startur og mál verða við norðara enda á Nýggjavegi. 

Luttøkugjaldið er kr. 20 fyri børn og kr. 50 fyri vaksin.

Rutur
Børnini renna øll á Nýggjavegi, sum verður avsperraður meðan runnið verður. Tey yngru renna eina ferð yvir á Grømma at venda og aftur, meðan tey størru børnini renna tvær ferðir yvir á Grømma at venda og aftur. Tey vaksnu, sum skulu renna 2,7 km, renna eitt umfar runt á Viðareiði, sum er oman í Ónagerði, eystur í Eiðsvík og aftur til Nýggjaveg. 

Øll eru vælkomin at verða við og vónar Treysti at luttøkan verður eins góð sum undanfarin ár!