Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Leygardagin 10. desember skipa Frælsur Ítróttur Føroya og Bragdið fyri 2. umfari av Vetrarkappingini 2011-12 í renning í Havn.

Startur og mál er á Tórsbreyt. Runnið verður oman eftir Ringvegnum, síðani til vinstru á Hvítanesvegnum, til vinstru eftir Skræddaragøtu framvið Svartafossi, og yvir til Tórsbreyt. Tey yngru renna teinin einaferð, tey eldru renna teinin fýra ferðir. Allir aldursbólkar byrja samstundis kl. 11.00.


Frá startiunum í VK-2 í desember 2008

Kappast verður í hesum bólkum:
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. 1995 ella fyrr) – 10,6 km
Vetaranar kvinnur og menn ( f. 1957-66 ) – 10,6 km.
Menn Superveteranar ( f.1956 ella fyrr ) – 10,6 km.
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1990-1995) – 10,6 km
Gentur og dreingir (f. 1996-2000 ) – 3,2 km

Tilmeldingin liggur klár á www.renn.fo, og skal vera avgreidd  innan fríggjakvøldið 9. desember kl. 21.00. Startnummur verða avheintað við Tórsbreyt leygardagin frá kl. 10.00. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri tey yngru, eisini goldið. Tilmelding kann eisini fara fram á Tórsbreyt frá kl. 10.00.

Samstundis sum hetta er 2. umfar av Vetrarkappingini, er hetta esini opin kapping, har øll kunnu luttaka.

Seinnapartin kl. 15.00 er Flogvallarenning, og ber til at luttaka í báðum um ein hevur hug til tað. Starturin í Havn er kl. 11.00 og er tað sostatt møguligt at náa vestur á Flogvøllin áðrenn kl. 15.00!