Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað






Innanduraveningarnar í Badmintonhøllini byrja týsdagin 23. oktober. Leisturin verður nøkunlunda tann sama sum seinasta vetur. Venjari hjá børnunum verður Gunnar Sivertsen. Týsdag fara tey størru børnini (f.2011 ella fyrr) at venja/læra seg tær ymsu greinarnar innan frælsan ítrótt, sum eru renning, lop og kast. 

Í mai mánað komandi ár byrja kappingarnar í frælsum ítrótti á breyt og tá er málið at fleiri av børnunum, sum hava luttikið í innanduravenjingunum fara at royna seg í kapping.

Tey smærru børnini venja fríggjadag og tá fer Gunnar at fáa hjálp frá Vibeku. Hjá teimum smærru børnunum verður talan um at venja saman, við atliti til frælsan ítrótt, og samstundis hava tað stuttligt.

Hjá teimum vaksnu verður nøkunlunda sami leistur sum seinasta vetur.

Kostnaður fyri børn er kr. 200 og fyri vaksin kr. 500.

Her eru venjingartíðirnar fyri veturin 2018/2019:

Týsdag kl. 17-18  Skúlabørn f.2011 ella fyrr - innandura (Frælsur Ítróttur) (byrjað 23. okt.)

Týsdag kl. 17-18  Vaksin (evt. stuttur joggitúrur uttandura áðrenn innanduravenjing)
Týsdag kl. 18-19  Vaksin innandura (byrjað 23.okt: Upphiting-Styrkivenjing-Renning-Avjogg)

Hósdag kl. 18-19.30  Vaksin uttandura - Intervallir/fartleg (Hechmann) 

Fríggjadag kl. 16-17  Børn (ca. 4-7 ár) innandura (byrjað verður 26. oktober)
Fríggjadag kl. 17-18  Vaksin innandura - Sirkulvenjing (byrjað verður 26. oktober)

Sunnudag smb. avtalu Vaksin uttandura - langan túr (Hechmann)