Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:









Silvarenningin 4. apríl 2020 (AVLÝST)



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 1. AUGUST




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:















Føroya Bjór Renningin 6. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






Nú í nýggj tilmælir eru komin frá mynduleikunum, so fara vit so smátt at byrja okkara virksemi aftur uttandura. Innandura-venjingin er enda fyri fyrst og verður uppafturtikin í heyst. 

Børnini eru byrjaði á Svangaskarði, har tey sum eru fødd í 2012 ella fyrr venja týsdag kl. 17.00. Møtt verður við Badmintonhøllina kl. 16.30 at skipa koyringina. Betri Stórkappingin byrjar leygardagin og har fara vónandi fleiri av okkara børnum at luttaka. Vit hava valt at bíða við teimum smærru børnunum inntil nýggj tilmælir koma.

Leygardagin 16. mai fara vit at byrja við ”Gakk ella renn fyri heilsuna”. Nú støðan er sum hon er, so fara vit í ár, at byrja og enda við Norðoya Sparikassa og ganga/renna 15 minuttir út og heim. Umframt leygardagsrenningina, so byrjar uttandura týsdagsvenjingin 19. mai, og har er teinurin 20 min. út og 20 min. heim.

Vit fylgja framvegis leiðreglunum og tilmælunum frá mynduleikunum í smb. við okkara venjingar.

Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka. 


Leiðreglur í smb. við venjing: 

- Venjing eigur at fara fram í bólkum við í mesta lagi 50 íðkarum. 

- Reinføri og tveir metra frástøða skal virðast. 

- Reiðskapur verður ikki nýttur av fleiri fólkum, uttan at hann verður sprittaður ímillum.

- Umklæðing fer fram heima