Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað








Mánadagin skipaði Treysti fyri "Kids Athletics" í Badmintonhøllini. Tað bleiv býtt í tvey, so tey smærru børnini tóku lut kl. 12-14 og tey størru børnini kl. 14-16. Tað vóru 20 børn við hvørja ferð.


Fyrr í ár keypti Treysti alla útgerðina íð skal brúkast til KIDS ATHLETICS, og nakað seinni bleiv so skipað fyri skeið í hvussu útgerðin verður nýtt. Eftir skeiðið bleiv avgjørt at hava eina kapping áðrenn jól og so tvær kappingar aftur áðrenn summarfrítíðina.

Tað gekk bara heilt væl at avgreiða kappingarnar mánadagin og vóru børnini sera, sera røsk í øllum sjey greinunum, sum vóru tríggjar rennikappingar, tvær lop/hopp kappingar og tvær kastikappingar.

Eftir loknar kappingar fingið børnini hvør sítt KIDS Athletics skreytblað, umframt at Tryggingarfelagið Føroyar lat teimum endurskin og lyklaring.

Herfrá vilja vit takka øllum børnunum sum luttóku, og eisini ein stór tøkk til dómararnar og hjálparfólkini, tí uttan tykkara hjálp ongin kapping, so enn einaferð tøkk.

Myndir frá kappingunum mánadagin eru at finna her.