Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Týskvøldið 2. august skipaði Treysti fyri 4. umfari í Grand Prix fyri børn og ung á Svangaskarði. Sum altíð, so vóru nógv hjálparfólk við, og tað lættir nógv um, hjá felagnum og hava so góð hjálparfólk og dómarar. 

Aftur hesuferð fekk felagið rós frá FÍF fyri vælskipaða og væl avgreidda kapping. Veðrið hetta kvøldið á Svangaskarði var av tí allar allarbesta við sólskini og mestsum stilli. Og tá slíkt veður er, so ger tað bara lagið betur á øllum sum eru atknýtt, tvs. bæði íðkarum, fjepparum, dómarum og hjálparfólkum. Fleiri av mammunum sótu og hugnaðu sær í góðveðrinum við stokkum í hondini.

Børnini tey vóru ófór sum altíð og fingu fleiri góð úrslit. Seinasta umfarið í Grand Prix fyri børn og ung verður eftir ætlan á Tórsbreyt leygardagin 3. september.

Myndir frá kappingini eru at finna í myndasavninum.

Hervið vilja vit takka øllum dómarum, hjálparfólkum, íðkarum og fjepparum fyri eitt sera gott kvøld í góðveðrinum á Svangaskarði :)


Magnus Pauli, Karin, Jonni og Hallur tóku sær av longdarlopinum